Í sambandi við, at føroyingar hava yvirtikið málsøkið, sum eitur tilbúgving, varð ein skipan, sum skal ávara okkum ímóti geislavirkni í Føroyum, sett upp á Sornfelli. Tað vísti Høgni Hoydal, landsstýrismaður á, nú hann hevur lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um tilbúgvingina í Føroyum í framtíðini.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið føroyingar yvirtóku málsøkið, tilbúgving, var tað ein partur av avtaluni við danskar myndugleikar, at ein skipan skuldi setast upp, sum ávarar ímóti geislavirkni í Føroyum.
Hinvegin staðfestur hann samstundis, at útgerðin virkar ikki, men at tey arbeiða saman við Beredskabsstyrelsen í Danmark fyri at fáa ávaringarskipanina at virka aftur.
Høgni Hoydal upplýsur eisini, at Beredskabsstyrelsen hevur boðið sær til at hava dagliga eftirlitið av skipanini, saman við tí stovninum í Føroyum, sum hevur ábyrgdina. Beredskabsstyrelsen hevur eisini boðið sær til at knýta skipanina upp í European Radiological Data Exchange Platform, EURDEP, sum er ein evropisk skipan, har dáta frá øllum ávaringarskipanum fyri geislavirkni í Evropa, verður savnað.
Høgni Hoydal sigur, at vit hava frammanundan eina samstarvsavtalu við Beredskabsstyrelsen á økinum, og hann metur, at hendan loysnin kann koma undir tað avtaluni.
Hann sigur eisini, at sum er, er tað Vørn, sum hevur ábyrgdina av útgerðini, men í eini frágreiðing um tilbúgvingina í framtíðini verður mælt til at fáa ein annan, egnaðan stovn at hava ábyrgdina av skipanini. Tað kundi verið Umhvørvisstovan ella heilsuverkið.