Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget hava í kvøld spælt dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Runar Sandefjord.
Runar vann stórsigur 44-28. Í steðginum var Runar greitt á odda 25-14.
Kjartan skoraði tvey mál, legði upp til fýra mál (assists) og vann liðnum eitt brotskast.
Bækkelaget er næstaftast í deildini við sjey stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 verður føroyingauppgerð tá Kjartan og liðfelagarnir taka ímóti Helga H. Hoydal, Tróndi Mikkelsen, Bjarna í Selvindi og liðfeløgunum í Kristiansand. Bæði liðini hava sjey stig í botninum og hava tí hart brúk fyri stigum.