Kjeld Thomsen deyður

Mánamorgun 26. januar andaðist Kjeld Thomsen í Havn, 65 ára gamal.

Kjeld hevði sín seinasta arbeiðsdag sum telgrafistur 31. desember 2003 og skuldi nú til njóta tilveruna sum pensionistur, tá hann brádliga gjørdist álvarsliga súkur.

Kjeld var sonur, Elisabeth, f. Joensen, úr Havn, og Edvin Thomsen, ættaður úr Nólsoy.

Hann var føddur á Amager 22. november 1938. Foreldrini búðu í Danmark tá. Pápin sigldi við donskum skipi. Í apríl 1939 fluttu tey til Føroyar.

Eftir at hava gingið í barnaskúla og realskúla fór Kjeld í læru í Sjóvinnubankanum í 1955, og í 1958 fór hann til Danmarkar, har hann tók telegrafistprógv í 1959.

Eftir tað sigldi hann sum telegrafistur við donskum farmaskipum í umleið tvey ár. Í 1961 kom hann heim aftur og fór sum telegrafistur við trolaranum Kallsevni ein ísfiskatúr undir Íslandi.

Í 1962 fór Kjeld til Grønlands, hann fekk starv á Prins Christians Sund veður- og radiostøðini. Har arbeiddi hann so til 1965, tá hann fekk starv á telestøðini Godthåb Radio í Nuuk. Hann var við til at stovna føroyingafelagið í Nuuk og sat í nevndini har í nógv ár.

Í 1974 flutti familjan heim aftur til Føroya at búgva, og fyrstu tíðina arbeiddi Kjeld sum fotosetari á prentsmiðjuni hjá Sosialinum í Sjúrðargøtu. Hann var eisini fyritaksstjóri á blaðnum eitt skifti.

1. februar 1976 varð Kjeld settur í starv sum telegrafistur á Telegrafstøðini hjá "Det Store Nordiske Telegrafselskab" við Tinghúsvegin í Havn. Seinni yvirtók Telefonverkið støðina, sum nú hoyrir undir Føroya Tele.
Kjeld var eisini verið virkin í tónleikalívinum í Havnini, har hann hevur spælt trompet og kornet. Eisini hevur hann telvað nógv og er limur í Havnar Telvingarfelag.

Hann giftist í Grønlandi í 1965 við Poulu, f. Højgaard, av Toftum, tey fingu børnini Bjarka og Maluna, og ommu- og abbabørnini Sáru og Ragnar.