Føroya Pedagogfelag vísir hinvegin aftur á tann trupulleika, at allar kommunurnar ikki eru umboðaðar í hesum felagsskapum.
Í Kommunusamskipan Føroya eru seks tær størstu kommunurnar umboðaðar, meðan 32 eru við í FAK. Tilsamans eru 48 kommunur í Føroyum. Sostatt eru tað sekstan, ið ikki eru við, um pedagogfelagið fer í samráðingar við hesar báðar felagsskapir.
Anna Larsen, virkandi formaður í FAK, vísir á, at teirra felag hevur boðið pedagogfelagnum til samráðingar, og hetta tilboðið stendur við.
? Vit eru altíð klár at fara til samráðingarborðið, sigur Anna Larsen, sum er hørm um, at fólk kunnu hava fingið ta fatan at hennara felag ikki hevur neyðugan førleika at samráðast.
Anna Larsen kann ikki svara einvíst um, hví allar kommunur ikki eru við í felagnum. Hon nevnir, at summar hava heilt einfalt ikki nakað arbeiðsfólk og hava tí ikki tørv á at vera við. Aðrar hava skipað seg øðrvísi. Til dømis nevnir hon, at Hósvíkar kommuna hevur gjørt sáttmála við dagrøktarmammurnar ígjøgnum Føroya Arbeiðarafelag.
Anna Larsen vísir á, at Pedagogfelagið ikki kann leggja seg úti, hvussu kommunur skipa seg innanhýsis í Føroyum, tí tað er upp til tær sjálvar at avgera.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ongantíð verið í iva um, at tað hevur samráðingarrættin, og í tíðindaskrivi vísir felagið á, at framferðin hjá pedagogfelagnum tykist løgin, men felagið er til reiðar at fara til samráðingarborðið.