Manshondbóltur
Seinastu vikurnar hava treytirnar hjá VÍF verið púrasta greiðar. Teir skulu syrgja fyri at vinna sínar dystir, soleiðis at teir við einum sigri á StÍF á seinasta leikdegi kunnu fara framum við betri málmuni enn strandingar.
Og seinasti setningurin av fyrireikingunum var á Hálsi í Havn sunnudagin, tá VÍF vitjaði Neistan. Ein dystur, sum hvørgin parturin hevði ráð at tapa, men har VÍF tó mundi standa sum størsti favoritturin.
Skjúttarnir fingu frið
Og tað vísti seg eisini skjótt, at henda áskoðanin var grundað. Vestmenningar vóru frá byrjan betra liðið, og serliga vóru tað sterku skjúttarnir, sum høvdu lætt við at sleppa framat, og tá er tað sum so líka mikið, hvussu málverjin hjá mótstøðumonnunum eitur.
Serliga seinasta partin av hálvleikinum skrædnaði hjá Neistanum, og teir á heimaliðnum funnu ongan tíð nakað vápn, til tess at steðga gulu maskinuni. Eitt skifti í seinna hálvleiki fingu teir tó minkað nakað um munin, men tá tað tók at sansa at, settu vestmenningarnir aftur ferð á, soleiðis at seinasti ivin kundi beinast langt av leið.
Gulldystur
Og við hesum er klárt til gulldystin, sum hondbóltsáskoðarar hava bíðað í spenningi eftir, líka síðani StÍF vann heimadystin ímóti VÍF. Gaman í kunnu strandingar enn kiksa, men fáa teir bara eitt stig í teimum báðum næstu dystunum, so verður talan um avgerandi dyst í seinasta umfarinum. Og hinvegin. Fáa teir ikki nakað stig hesar báðar dystirnar, so hava teir heldur ikki ein gulldyst uppibornan, somikið einfalt er tað.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 21-28 (9-15)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Knezevi 5(2), Ragnar Stakksund 5, Áki Mørk 4, Helgi K. Justinussen 3, Birgir KAss 1, Jón Ludvig 1
VÍF: Áki Olsen 9, Daniel Rápa 5, Ingi Olsen 4(1), Ólavur Brimnes 4, John Zachariasen 3, Áki G. Olsen 2, Agnar Joensen 1
Brotskøst: Neistin 2, VÍF 1
Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1
Dómarar úr Tjaldur: Hartvig Joensen & Trygvi Mortensen.