Eg havi fleiri ferðir lýst, hvørjar avbjóðingar, ið standa fyri framman fyri Norðoyggjar, tá ið fasta sambandið kemur. Tað ið má gerast innan sambandið er veruleiki er, at kjarnufunktiónirnar, ið vit vilja varðveita, mugu styrkjast og fáa pening at arbeiða við, so tær hava karmar fyri at geva eina góða tænastu, helst enn betur enn hon er í dag.
Taka vit Klaksvíkar sjúkrahús, ið allir norðoyapolitikarir siga seg hava sum hjartamál, so er støðan tann, at sjúkrahúsið hesi seinnu árini er afturútsiglt við nógvum milliónum í mun til hini sjúkhúsini.
Vilja vit varðveita sjúkrahúsið, tá ið fasta sambandið kemur, má vend koma í her nú!!!
Tað minsta, ið vit kunnu gera, er at geva sjúkhúsinum ein møguleika at veita eina so góða tænastu, sum gjørligt.
Sum øllum kunnugt er játtan til sjúkrahúsið landsmál. Teir somu politikarnir, ið seta pening av til fast samband, eru teir, ið ráða yvir, hvørja játtan, ið Klaksvíkar Sjúkrahús fær. Eisini eru teir í ferð við at gera eina langtíðar íløguætlan. Er meiningin, at sjúkrahúsið skal mennast, vænta vit, at tað sæst aftur í fíggjarlógini fyri komandi ár og sjálvsagt eisini í íløguætlanini. Framtíðar útbyggingar eiga at setast út í kortið nú.
Tá ið so fleiri av hesum politikarum ganga aftur til býráðsval, skuldi verið lagað manni.
Livst so spyrst.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins