Klaksvíkingar keypt fýra trolarar afturat

Klaksvíkingar spenna seg út og í gjár keyptu Johan Páll Joensen og teir ikki færri enn fýra trolarar afturat til Klaksvíkar

Skipakeyp
 

Tað er øgiligt, sum klaksvíkingar spenna seg út fyri at tryggja arbeiðspláss og virksemi í Norðoyggjum.
Og í gjár gjørdu teir enn eitt hál, sum hoyrir til tey heilt sjáldsomu í føroyskari fiskivinnusøgu.
Hósdagin vórðu  sostatt ikki færri enn fýra trolarar afturat keyptir til Klaksvíkar.
Tað er Johan Páll Joensen og tey í Klaksvík, sum hava keypt fýra trolarar, sum allir annars høvdu tilknýti til Eysturoy.
Talan eru um teir fýra ísfiskatrolararnar,  Vesturleiki, Vestursøki, Dragasund og Akranes, sum klaksvíkingar nú hava keypt frá felagnum hjá Anfinni Olsen í Fuglafirði.
Johan Páll Joensen sigur, at talan er um eina rættiliga stóra íløgu, men hann vil ikki siga, hvussu nógv, skipini kostaðu.
Frammaundan eiga Johan Páll Joensen og tey eisini trolararnar Smaragd og Safir, umframt línubátarnar Grana og Fugltúgvuna.
Sostatt eiga tey nú heili átta fiskiskip, seks trolarar og tvey línuskip.
 
Styrkja Kósavirkið
Johan Páll Joensen sigur, at endamálið við at keypa skipini, er at styrkja rávørugrundarlagið undir stóra flakavirkinum í Klaksvík, Kósavirkinum, sum teir eisini eiga.
- Skipini, vit nú hava, skuldu kunna avreitt eini 12.000 tons um árið, sigur hann í stuttari viðmerking í fartelefonini uttanlands í morgun.
Men hann leggur dent á, at Kósavirkið ætlar at lata kappingarførar prísir fyri fiskin.
- Skipini skulu heilt avgjørt bera seg og tað gera tey einans við at avreiða, har prísur fæst fyri fiskin, sigur vinnulívsmaðurin úr Klaksvík.
- Tí má Kósavirkið verða kappingarført í prísi fyri at fáa fiskin frá skipinum.
Fyrr var annars vanlig hugsan tann, at skip og virki máttu ikki hoyra saman og tí var roynt av øllum alvi at skilja skip og virki sundur.
Men síðani heldur Johan Páll Joensen, at fortreytirnar eru munandi broyttar og nú er tað næstan neyðugt, at virki eisini hava skip fyri at tryggja sær rávørugrundarlagið.
- Nú er stór kapping um fiskin, men tað var tað ikki fyrr. Og vit hava ongar ætlanir um, at Kósavirkið skal fáa fiskin fyri onki, fyri tað, at vit eisini eiga skipini, tí sum sagt skulu tey eisini bera seg og tí mugu tey hava prís fyri fiskin.
- Men við at hava skipini sjálvi, fáa vit ikki bara styrkt rávørugrundarlagið undir virkinum.Vit fáa eisini betri tamarhald á rávørutilgonngdini, tí tað ber til í ávísan mun at leggja til rættis, nær bátarnir skulu avreiða.
 
Hugsa ov lítið um framleiðsluna
Samstundis heldur hann, at ov lítið verður gjørt fyri at varðveita framleiðsluna í landið, tí hugburðurin tykist at vera tann, at tað verður raðfest fremst at útflyta rundan fisk.
- Hugburðurin er er tann, at alt skal vera fullkomiliga frítt og tí verður alt slept leyst, uttan at hugsa um, at varðveita eina framleiðslu í landinum. Hugsað verður ov nógv um at geva atgongd til at útflyta rundan fisk og tí fer rundur fiskur av landinum ístaðin fyri at vera virkaður her.
- Tí haldi eg, at tað verður ov lítið hugsað um framleiðsluna á landinum, sigur Johan Páll Joensen.
- Skulu vit tí hava nakran møguleika at yvirliva við einum flakavirki, halda vit sostatt, at tað er neyðugt eisini at gera íløgur í okkara egnu skip, leggur hann afturat.