KÍ-GÍ
Klaksvíkingar hingu við høvdinum, og gøtumenninir fegnaðust, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík.
Hetta var ikki so undarligt. KÍ legði seg á odda longu í 5. minutti, og teir hildu leiðsluna, inntil vanliga leiktíðin var farin. Tá javnaði GÍ, sum í útgangsstøðuni bara hevði Gunnar Nielsen á toppinum, meðan Hans Jørgen Djurhuus lá nakað aftanfyri hann og frammanfyri hinar miðvallararnar.
Síðsta korterið høvdu gøtumenn framt tríggjar álopskendar útskiftingar Áslakur R. Petersen endaði á vinstra vongverja, har hann ikki áður hevur spælt og hetta vísti seg at vera gott hugskot. Málskjútti hjá GÍ var innskifti Sverri Jacobsen. Hann var púra leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi úr vinstru frá liðformanninum Sámali Joensen upp um KÍ málverjan og í kassan.
Atli Danielsen átti síðsta fótin á KÍ málinum, eftir at hornaspark var lagt innfyri. Tá hevði KÍ havt onkran møguleika, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um heimaliðið hevði økt um leiðsluna, áðrenn trýstið undan vindinum linkaði eitt sindur.
Umstøðurnar vóru ikki til at spæla fótbólt í Klaksvík. Høgættin var øgilig, og hvørki av liðunum megnaðu at fáa tak á bóltinum og spælinum.
Paul Clapson, sum hevur verið fremsti KÍ álopsspælarin, var bæði leikbannaður og skaddur. Sinisa Jovanovic, sum higartil hevur verið verjukendur miðvallari ella kanska heldur miðverji, var fremsti maður. Konseptið tóktist vera, at hann við høvdinum skuldi stýra høgu framleggingunum í borðini til Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni.
Hóast teir beinanvegin fingu eitt mál ímóti sær, so vóru gøtumenn væl við í spælinum. Teir høvdu bóltin eins nógv og heimamenninir høvdu, men tað gekk striltið hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Meinhardt Joensen í KÍ málinum var sera vakin, tá ið teir royndu at spæla fram ímillum, og fleiri langskotsroyndir vóru lítið neyvar eisini tí at váti vøllurin og vindurin órógvaðu nógv.
Fleiri møguleikar
KÍ var meiri miðvíst og søkjandi í álopsspælinum, og fleiri ferðir var um reppið, at KÍ fekk mál. Men GÍ hevur í Geza Turi framúr góðan málverja. Einki er at tosa um, at tað var hann, sum átti sera stóran lut í, at tað eydnaðist GÍ at koma burturúr illveðrinum í Klaksvík við einum stigi.
Fleiri ferðir var ungverski málverjin sannur brandur, og onkra ferðina var hepnið eisini við honum. Eitt nú tá ið Hjalgrím Elttør úr góðari støðu sendi í stólpan, meðan málverjin mest sum negldur stóð og hugdi at, tá ið bólturin umvegis stólpan rullaði millum beinini á honum og aftur í spæl, og tá ið skotroynd hjá Símuni Joensen rakti í ein av verjuspælarunum, snýtti málverjan, sum akkurát fekk fingrarnar á, so bólturin sigldi á tvørtræið.
Kristoffur Jacobsen hevur ikki fingið nógva spælitíð á besta KÍ liðnum í ár. Síðstu løtuna loysti hann Harley Bertholdsen av í høgra borði. Kristoffur gjørdist leysur, eftir at hann hevði fingið bóltin stungnan fram ímillum, men GÍ málverjin vann tvídystin teirra millum, og so fegnaðust GÍ spælararnir og viðhaldsfólkini.
GÍ hevði fingið tað burturúr, sum teir vóru komnir eftir. Gøtumenn høvdu sera góðan hugburð. Tað kendist sum vátur klútur, tá ið teir beinanvegin fingu mál ímóti sær, men teir góvust ikki á hondum. GÍ liðið, sum sammett við í fjør er hamskift, stríddi seg til eitt stig, og um teir høvdu havt verið heilt hepnir, so høvdu teir eisini havt skorað eitt mál afturat. Men tað hevði havt verið mest sum ov nógv av tí góða!
KÍ hevur stórar ætlanir. Um tær skulu gerast til veruleika, so skulu teir í Klaksvík fáa meiri burturúr á heimavølli, enn teir higartil hava gjørt. Javnleikurin móti GÍ var tann triði í hesum kappingarárinum. KÍ hevur bara vunnið á heimavølli móti VB/Sumba!
GÍ hevur bara tapt á útivølli móti oddaliðnum á Eiði. Javnleikurin móti KÍ var tann triði á útivølli.