Talv
Undan kappingarbyrjan varð mett at klaksvíkingar, vestmenningar og havnarmenn fóru at mynda toppin, og júst soleiðis er núverandi støða eftir fýra umfør í liðkappingini. Vestmenningar hava havt leiðsluna, men leygardagin mátti teir lúta á fyrsta sinni ár ímóti klaksvíkingum.
Spenningur í Klaksvík
IM John Rødgaard hevur sera gott tak á tí framfýsna Ólavi Simonsen úr Klaksvík, og hetta prógvaði hann eisini um vikuskifti í Vestmanna. Teir hittust sum høvdingar á fyrsta borði, og enn einaferð reistist John sum vinnari eftir loknan dyst. Rani Nolsøe sum ikki var við klaksvíksliðnum hendan dystin, sigur at talvið var beint eftir bókini, við fáum feilum og sera góðum spæli frá báðum telvarum. John sum hevði svarta fólkið vann loksins.
Annað borð mannaðu fyrrverandi føroyameistarnar Torbjørn Thomsen og Steintór Rasmussen. Talvið var javnt og kundi fara báðar vegir, men í tíðarneyðini eydnaðist tað Steintóri at vinna stríðið. Ein góður sigur hjá Steintóri.
Tummas Martin Anthoniussen hevur fingið eina góða kappingarbyrjan, og hesum mátti vestmenningurin John Jacobsen ásanna. Tummas Martin fekk øgiligt trýst á John, og undir trýstinum misti John ov nógv materiali og gavst tí. Ungi klaksvíkingurin Rúni Dragaberg fekk ein góðan javnleik ímóti tí roynda Kára Durhuus á fjórða borði.
Tískil ein kærkomin 2,5 - 1,5 sigur til sigursvanda felagið úr Klaksvík, sum hendan dagin var skert uttan Rana Nolsøe. Úrslitið boðar frá góðum sæð við klaksvíkseygum.
Javnt í Hvalvík
Havnarmenn eru enn ikki veruliga komnir í gongd, men kanska er tað eingin vanlukka. Teir lógu nevnliga í fjør leingi og lúrdu aftanfyri toppliðini, men so við eitt tóku teir lop framum øll favorittliðini og vunnu loksins trygt 1. deild.
Í Hvalvík fingu havnarmenn tvey stig heimaftur. Navnarnir Martin Poulsen og Brekká hittust á fyrsta borði, og endin varð at hesin fyrsti vann talvið. Olaf Berg fekk tó ikki knekkað tí meira roynda Finnbjørn Zachariassen, sum vísti rutinu við at basa unga havnarmannin.
Herluf Hansen sum í fjør hevði eina ringa kapping, hevur í ár verið álitið á liðnum. Hann vann leygardagin á Sámal Christiansen, meðan fjórða borði hjá hvalvíkingum, Hanus Brekká vann á Andias Ziska, sum als ikki hevur havt eydnuna við sær í fyrru helvt. Hanus Brekká er búsitandi niðri, og verður neyvan við á hvalvíksliðnum framhaldandi í kappingini.
2-2 er eitt gott úrslit hjá hvalvíkingum sum nú ikki eru einsamallir í botninum.
Í Kollafirði vunnu GM Tiger H. Persson & co ein tryggan 3-1 sigur á HT 2. Tiger vann eftir ætlan á Jóhan Gaard, sum tó var treiskur í eini 30 leikir.
Tann kendi kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen vann eftir tógvið stríð á Óla Joensen. Óli leyp hvassiliga á, men Hans Kristian vardi væl og fekk fyrimun og vann hareftir trygt.
Á triðja borði hevði havnarmaðurin Johan E. Hansen allar møguleikarnar ímóti Eyðálvi Johannesen, men telvaði alt ov óneyvt í endatalvinum og hetta revsaði kollfirðingurin til fulnar. Jógvan Næs úr havnini hevur verið álitið hjá HT 2. Hann hevur ikki gjørt mætari enn at hava vunnið øll síni fýra talv fyri liðið á fjórða borði. Møguliga eitt gjøgnumbrot fyri tann annars roynda telvaran. Leygardagin vann Jógvan ruddiliga á tí unga Árant Djurhuus.
Kollfirðingar fingu luft eftir hendan dyst, meðan havnarmennirnir muga ásannað at tungt verður at yvirliva í fremstu deildini.
Støðan eftir 4. umfar
KTF 10,5
VT 10,5
HT 8,5
KT 7,5
HT2 5,5
TFS 5,5
Toftamenn beina kós
Við 3,5 ? 0,5 sigri á vestmenningum hava toftamenn tikið leiðsluna í 2. deild. Tað er góða gamla liðið við Jens Kristian Hansen, Helga Joensen, Wenzil Højgaard og superveterananum Jústines Hansen, sum enn einaferð eru á veg ímóti hægri málum.
Toppdysturin hetta vikuskifti var millum sandavágsmenn og runavíkingar. Dysturin endaði 2-2, har eitt nú Bjarki Ziska fekk javnleik ímóti Torkil Nielsen. Helst eru runavíkingar best nøgdir við úrslitið. Seinasti dysturin í 2. deild varð í Gøtu har klaksvíkingar vitjaðu. Gøtumenn vunnu 2,5 ? 1,5.
Støðan í 2. deild
TT 11,0
RT 10,0
ST 9,5
KTF 7,0
GT 5,5
VT 4 ,0
Í 3. deild liggja havnarfeløgini bæði enn í oddanum. Eftir fýra umfør hava liðini javnlík stig, meðan sandavágsmenn óvæntað bert eru eitt stig aftanfyri. HT3 vann 3-1 á Róki, meðan HT4 vann tepurt á vestmenningum. Triði dysturin varð millum kollfirðingar við kendum nøvnum so sum Hanus Joensen og Hans J. Petersen á liðnum, og sandavágsmenn. Hesir seinastu vunnu heldur óvæntað 2,5 ? 1,5.
Støðan í 3. deild
HT4 10,0
HT3 10,0
ST 9,0
Rókur 6,5
VT 6,0
KT 5,5
5. umfar
Allar deildirnar fáa nú tvey talvfrí vikuskifti. Fimta umfar verður nevnliga ikki leikt fyrrenn 2. desember.
Í 1. deild verða hesir dystir: HT ? VT, KTF ? KT og HT2 ? TFS. Í 2. deild verður áhugaverdur oddadystur millum RT og TT.
Føroyska talvfelagið í Keypmannahavn, sum er á odda í donsku 2. deild, skal komandi vikuskifti hitta sterka liðið úr Helsingør. Fyrsta borði hjá føroyingunum, John Arni Nilssen fær torføra uppgávu, tí yvir av honum situr tá stórmeistarin Sune Berg Hansen.