Klaksvíksgingar á herferð

Nú skola herindi av landnyrðingi. Neyvan dagur at ikki onkur stubbi er í bløðunum um skúla- ella sjúkhúsverk.

Dimma 10. januar hevur fýra greinar um Klaksvíkar Sjúkrahús.
Í mínari tíð sum lækni hevur hetta fyribrigdi stungið seg upp mangar ferðir. Tá ein politikari í Norðoyggjum nevnir Klaksvíkar Sjúkrahús, kunnu hinir ikki sita á rumpuni. Allir kappast um at vera bestir, og orðavalið hevur ikki altíð verið serliga sáttligt. Mest umráðandi hevur verið at krevja okkurt, at royna at fáa fólkið uttan fyri Havnina í sín part, og so í hernað móti Havnini. Landssjúkrahúsið verður gjørt til sjúkrahúsið í Havn.
Í løtuni er høvuðskravið at seta urologiska serdeild á stovn í Klaksvík. Nú er rætta løtan til hetta krav, tí klaksvíksgingar eiga heilsumálaráðharran. – Hesin góði maður hevur eisini gjørt seg sjálvan moyran, tí eitt tað fyrsta hann gjørdi í starvinum, var at flyta OKKURT til Klaksvíkar.
Tey seinastu árini er vitanin um sjúkur og sjúkuviðgerð økt við rúkandi ferð, serliga tí framkomin og ofta teldustýrd tól til kanningar og viðgerð eru komin. Í kjalavørrinum av hesum eru serdeildirnar komnar, so sjúklingarnir kunnu fáa bestu viðgerð á ávísum øki.
Í grannalondunum verður alla tíðina ansað eftir sjúkhúsverkinum. Serdeildir verða savnaðar á størri og størri eindum, tí neyðugt er at samstarva so sjúklingarnir fáa bestu og tryggastu viðgerð. Umráðandi er eisini, at samfelagið fær størstu nyttu av teimum dýru sjúkrahúsunum.
Seinasta greinin í nevndu Dimmu er skrivað av Hans Paula Strøm, fyrrverandi heilsumálaráðharra.
Hans Pauli leggur dent á, at tað er hann sjálvur og ikki Jákup Mikkelsen sum hevur hjálpt Aksel Johannesen við fyrireikingunum til urologiska serdeild í Klaksvík.
»Hetta arbeiðið er nú gjørt og út frá heilsufakligu tilráðingini viðger landsstýrismaðurin nú tilmælið« - sitat endað.

Hvat ólukkan er hetta fyri nakað?
Hvat er heilsufakliga tilráðingin?
Tað sæst at teir hava tosað við ein urolog. Er hetta nóg mikið til at seta serdeild á stovn.
Hans Pauli veit væl og helst eisini Aksel, at her verður arbeitt ímóti tilmælum frá heilsustýrinum um serdeildir.
At tveir heilsumálaráðharrar sláa seg saman og forbrongla sjúkhúsverkið til lokalpolitikk av grovasta slag, treingir til eina neyvari kanning beinanvegin.
At Hans Pauli hevur hjálpt Aksel at fáa eina millión til ryggambulatorium í Klaksvík er eitt minni mál, men bendir á sama borðið.
Føroyska samfelagið er nógv merkt av anarki. Verður einki gjørt her, fer samfelagið eitt risalop skeiva vegin.
Við vón um gott nýggjár.