1. deild menn:
GÍ-KÍ 4-2 (3-1)
Dúgvan gjørdi eykatúr um Leirvíksfjørð, og sjálvt um úrtøkan hevur verið soltin higartil, so vístu klaksvíkingar enn eina ferð, at teir eru trúfastir ímóti KÍ.
Og tað lá beinanvegin í luftini, at talan fór at vera um spennandi, ferðmikla og hendingarríka uppgerð. Bara lítil løta var farin, tá Pauli Jarnskor sendi fríspark í tvørtræið, og í næsta KÍ álopinum smekkaði Allan Mørkøre í stólpan.
So var tónin sligin ann, og á korterinum dømdu dómarin og linjuverjin, sum var staddur fimm metrar frá baklinjuni, fyri málið, og tað hóvaði als ikki klaksvíkingum og serliga KÍ málverjanum, Gunnari á Steig, sum so at siga ongantíð áður hevur víst, at nakað av sinni býr í honum.
Eftir innlegg úr høgru frá Rúna Justinussen, sum ikki var at kenna aftur frá vánaliga avrikinum í steypadystinum ímóti NSÍ, fekk málverjin fatur á stútaranum frá Sámali Joensen, sum saman við Paula Jarnskor mannaði aftaru miðvallarplássini, meðan navnarnir Magni Jarnskor og Magni Jacobsen lógu eitt sindur fremri og stuðlaðu Steve White.
Linjuverjin, Arni Gunnarson, segði, at bólturin hevði verið innanfyri, og tað helt dómarin, Oddmar Andreasen, seg til.
KÍ javnaði seks minuttir seinni, ella rættari sagt so var tað Símun Petur Justinussen, aftasti maður í GÍ verjuni til hann í 2. hálvleiki noyddist út við skaða, sum fyri aðru ferð í ár á heimavølli beindi innleggi frá mótstøðumonnunum aftur um Jens Martin Knudsen, men hesa ferð hevði bólturin ivaleyst farið í málið alíkavæl.
Brotsspørkini avgjørdu
GÍ fekk eftir lítlari løtu í 1. hálvleiki tvey brotsspørk, báðu ferðirnar fingu teir mál, og tað hevði sjálvsagt nógv at siga fyri endaliga úrslitið.
Í 24. minutti helt dómarin, at Jan Andreasen rendi Sámal Joensen um koll fáar metrar úr baklinjuni, og fýra minuttir seinni gjørdi Gunnar á Steig eitt óneyðugt brotsspark ímóti nýggja stjørnuskotinum hjá GÍ, Magna Jacobsen. Um brotsteigarmarkið í vinstru royndi hann eftir diagonalbólt at prika framvið málverjanum, sum var lopin langt út. Gøtumaðurin hevði neyvan rokkið bóltinum aftur, men málverjin tók beinið undan honum, og dómarin metti, at hetta var innanfyri brotsteigarmarkið.
Pauli Jarnskor skoraði báðu ferðirnar. Seinnu ferðina var um reppið, at málverjin vardi fyri, men Pauli Jarnskor var fyrstur á returinum.
Spentu bogan
og hann brast
KÍ uppstillingin var øðrvísi, enn hon hevur verið. Símun Waag Høgnesen var einsamallur miðverji frammanfyri Jan Andreasen. Símun tók sær av Steve White, einsamalla fremsta manninum hjá GÍ, sum serliga í 2. hálvleiki, fekk fleiri tilboð, men ikki megnaði at fáa úrtøku burturúr hundrað prosents kjansum.
Heðin á Lakjuni var á miðvøllinum, har hann í verjupartinum hevði til uppgávu at fylgja reikandi Magna Jarnskor, og Rógvi Jacobsen var nýggjur maður á vinstra vongverja.
Serliga seinna umfarið royndu klaksvíkingar at stríðast, og hóast teir høvdu ilt við at fáa spælið at flóta, og teir akkurát sum GÍ gjørdi ofta mistu tvørbóltar, so hóttu teir so mikið í 2. hálvleiki, at tað lá í luftini, at fleiri mál fóru at koma.
Spenningur kom í, tá Harley Bertholdsen í 53. minutti smekkaði í kassan eftir gott upplegg frá Arnoldi Joensen, og so spenti KÍ bogan í botn.
Tað mátti bera ella bresta, og tað brast. GÍ sektaði í 65. minutti, at KÍ verjuparturin var tunnur. Teir steðgaðu álopi, Rúni Justinussen spældi Henning Jarnskor leysan í høgra borði, og landsliðsmaðurin skoraði.
So komu ikki fleiri mál, klaksvíkingar sóu, at stríðið var tapt, og í evstu løtu versnaðu fyritreytirnar at vinna næsta stríðið, tí tá varð Allan Mørkøre rikin av vølli.
(jh)