Foreldur, sum ynskja at skriva børn síni upp til at ganga í Lítlaskúla næsta skúlaár, kunnu gera hetta á heimasíðuni nú. Til ber at skriva inn til bæði forskúla og 1. flokk, umframt at einstøk pláss eru tøk í eldru flokkunum.
Tað skrivar Lítliskúli í tíðindaskrivi. Lítliskúli er frískúli við forskúla, skúla og frítíðarskúla, sum liggur mitt í Havn. Visjónin hjá skúlanum er, at menningin hjá børnunum skal síggjast í síni heild, har hugsanarligu, skapandi og likamligu síðurnar eru neyvt tengdar saman. Gerandisdagurin er fjølbroyttur við praktiskum og bókligum fakum. Ein dag um vikuna er útidagur, har næmingarnir veruliga læra við øllum sansunum, og fýra ferð um árið er evnisvika. Skúlin bjóðar nógv ymisk praktisk fak so sum list, tónleik, talv, teknmál, hondarbeiði, smíð, matgerð og annað. Bókligu fakini verða sjálvsagt raðfest høgt og fylgja almennu námsætlanunum.
Flokkarnir í Lítlaskúla telja í mesta lagi 16 børn (18 í forskúlanum), og hetta ger m.a., at lærararnir hava góða tíð til hvørt barnið og kunnu laga undirvísingin til einstaka tørvin hjá tí. Í Lítlaskúla verður ymiskleikin sæddur sum ein dygd.
##med2##
Skúlagjaldið fyri 24/25 er 1196kr um mánaðin íroknað matarskipanina (næmingarnir fáa mat í skúlanum 4 dagar um vikuna). Systkin fáa avsláttur.
Lítliskúli gongur upp í 6. flokk.
Lesið meira um skúlan á www.litliskuli.fo