Klassar og kassar á muni

Munurin millum eitt lið, sum er mannað við leikarum úr Barcelona, Manchester United, Chelsea og Real Madrid og einum, sum bara hevur spælarar úr føroysku Vodafonedeildini, varð ruddiliga staðfestur leygarkvøldið. Frankaríki var bæði klassar og kassar betri enn Føroyar

FÓTBÓLTUR

Tréguier, Frankaríki: Hvussu endar tað, tá eitt franskt landslið í hopla møtir einum føroyskum landsliðið, ið ikki rakar dagin? Svarið kom leygarkvøldið, tá franskmenn veruliga vístu hvør munurin millum heimstjørnur og føroysk bygdarfrell er.
Anelka í móti á Bø. Evra í móti Løkin. Henry í móti Davidsen. Benzema í móti Gregersen. Altjóða heimstjørnur í móti føroyskum heimføðingum.
18.000 franskmenn og 50 føroyingar á Stade de Roudourou. Øll odds vóru vend móti okkum, og tað var ikki uttan orsøk, varð staðfest.

Trýstir í botn
Føroyska liðið slapp at byrja dystin, men tað gingu ikki nógv sekund, áðrenn franskmenn høvdu vunnið sær bóltin. Hendan høvdu teir eisini í rættiliga stóran mun næsta hálva annan tíman, har føroyska liðið var trýst so nógv sum sjáldan áður.
Fyrsta hálva tíman megnaðu vit tó at halda málið reint, men tað var ikki meiri enn tað sama. Tvær ferðir høvdu franskmenn rakt træverkið, umframt fleiri aðrar vandastøður eisini høvdu verið.
Talan var ikki um nakrar ávaringar, men bara um upphiting frá franskari síðu. Tí um føroyingar hildu, at teir høvdu riðið stormin av, tá ein triðingur av dystinum var spældur, og støðan framvegis var málleys og harvið jøvn, so vórðu hesir optimistiar spældir sundur og saman – skotnir niður.

Alt avgjørt upp á fimm minuttir
34 minuttir vóru spældir og støðan verður 1-0. Málið er eitt kopi av einasta málinum, franskmenn skoraðu í Føroyum í august.
Bólturin verður fluttur inn úr borðinum, Gignac móttekur og sleppur at venda, tí Atli Gregersen ikki situr í kroppinum á honum. Maðurin snarar um seg sjálvan, smekkar til og Jákup Mikkelsen er prísgivin.
39. minuttir vóru spældir og støðan verður 2-0. Ein langur bólturin verður spældur niðan til Gignac, sum fer upp eftir hesum saman við Atla Danielsen.
Bólturin dettur niður, men hvørki Atli Danielsen ella Bogi Løkin megna at fáa fatur í hesum – tíansheldur at fella mannin, sum strýkur avstað framvið trimum føroyingum, áðrenn hann smekkar kúluna í kassan.
Eitt fantastiskt mál, men eisini vánaligt verjuspæl frá føroyskari síðu!
Uppaftur harmiligari verður tað, tá hugsað verður um, at føroyingar í roynd og veru ikki vóru langt frá at javna beint áðrenn franskmenn øktu um leiðsluna.
Súni Olsen legði eitt fínt frísparksinnlegg inn í feltið, men Rógvi Jacobsen var tíverri – hóast hann telist millum teir størru í føroyska hópinum – nakrar sentimetrar ov stuttur.
Kjansurin var ikki stórur, men hann var har. Heldur enn 1-1, gjørdist støðan 2-0 hálvan minutt seinni.

Rógvi og Domenech
Stutt undan kjansinum hevði Rógvi Jacobsen eisini gjørt vart við seg á annan hátt. Í samband við eitt innkast, sum Føroyar vinnur í høgra borði, skundar klaksvíkingurin sær eftir bóltinum, sum Domenech, franski landsliðsvenjarin, hevur tikið upp í hendur sínar.
Men tá hesin, heldur enn at geva Rógva Jacobsen bóltin, tveitur hann burtur, gevur Rógvi Jacobsen venjaranum eitt uppiborið skump.
Einki ógvusligt lá í tí, men einans ein staðfesting av, at hóast tit eru varaheimsmeistarar, skulu tit ikki uppføra tykkum sum tykkum lystir.
Markeringar frá føroyskari síðu var saknur í leygarkvøldið!

Gjørdu skjótt av
Stutt eftir steðgin punkteraði Gallas dystinum fullkomiliga. Henry leggur ein bólt innfyri, og við handaru stong er Johan Troest Davidsen ikki nóg vakin. Gallas stútar bóltin í netið.
Nakað seinni dovnar dysturin eitt sindur. Franskmenn fella longur aftur á vøllin, og eina løtu sleppa føroyingar at flyta seg eitt sindur inni á fronsku hálvuni.
Men við innskifta Benzema á odda, fer franska ferðin upp aftur og sigurin verður ruddiliga staðfestur.
Fyrst finnur hann Henry, sum ikki fær bóltin framvið Jákupi Mikkelsen, men Anelka er vakin og sparkar returin í netið.
Síðani tekur Benzema sakina í egnar hendur, dregur framvið stórum parti av føroysku verjuni, áðrenn hann smekkar bóltin í málið.
Aftur tvey skjót mál. Bæði innanfyri tríggjar minuttir, har einki er eftir av føroyskari orku ella írskum rópum.

Neyðugt við broytingum
Klassamunur er tað, ið stendur eftir leygarkvøldið. Greitt er tó, at føroyska avrikið kann vera munandi betri. Greitt er eisini, at Kerr í sjálvum sær ikki er nakar gandakallur.
Tað ber eisini til at tapa stórt við honum við róðrið.
Skal hetta umgangast mikukvøldið – og tað skal tað – er neyðugt við broytingum.
Taktiskum broytingum, tí føroyska liðið kom at liggja alt ov aftarlaga á vøllinum, soleiðis at franskmenn sluppu óneyðuga langt fram, áðrenn teir vóru trýstir.
Men eisini fysiskum broytingum er brúk fyri, soleiðis at onkur fer út og aðrir koma inn. Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst og Jákup á Borg hava allir eginleikar, sum saknur var í leygarkvøldið. Hesir eru nú til taks hjá Kerr.