Klassikarin sum upphiting til ólavsøku

Leikarar hjá HB og KÍ frá 90'unum fara tann 27. juli at spæla dyst sum upphiting til ólavsøku

Tey eru mest vinnandi feløg í landinum, og eisini í 1990’unum vóru tey í toppinum og ognaðu sær FM-heitir og løgmanssteypið. HB vann tvey FM-heitir, var fýra ferðir nr. 2 og vann tríggjar steypafinalur av tilsamans seks, sum felagið var við í. KÍ vann tvey FM-heitir, var tvær ferðir nr. 2 og vann tríggjar steypafinalur av fimm finalum, sum felagið var við í.

 

Nógv javnari kundi tað ikki vera millum feløgini í 90’unum, og nú bresta spælararnir hjá HB og KÍ frá hesum tíðarskeiðnum so saman at gera av, hvør veruliga hevði munin. Dysturin teirra millum verður á ovara vølli í Gundadali 27. juli kl. 18.00. Dómari verður Nemus Napoleon Djurhuus, sum eftir umhugsunartíð játtaði at halda skil á stóra slagnum.

 

Teir, sum fara at spæla við, verða hesir:

Fyri HB: Andrew av Fløtum, Uni Arge, Hallur Danielsen, Jan Dam, Bárður Johannesen, Ingi Rasmussen, Kári Reynheim, Bjarni Jakobsen, Gunnar Mohr, John Heri Dam, Bogi Midjord, Eyðun Jensen, Petur Eiriksson, Jóannes Jakobsen, Kaj Leo Johannesen, Hans Fróði Hansen, Mikkjal Thomassen, Niels Poulsen. Leivur Holm, Rasmus Nolsøe, Janus Joensen, Jón Rói Jacobsen og Páll Mohr Joensen.

 

Fyri KÍ: Jan Joensen, Allan Joensen, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Gunnar á Steig, Sámal Eyðfinn Poulsen, Finn Baldvinsson, Jan Andreasen, Fríðin Ziskasson, Rógvi Jacobsen, Jóhann Lützen, Eyðun Klakkstein, Niclas Kristiansson Niclasen, Símun Eliasen, Heðin á Lakjuni, John William Joensen og Arnold Joensen.

 

Fyrireikararnir vænta, at stórdysturin millum hesar frægu menninar kann gerast ein einastandandi góð upphiting til ólavsøkuna. Inntøkurnar frá dystinum fara óskerdar til Parkinson-felagið. Atgongumerkið kostar 50 kr.