Kliptu sjey pør av nummarplátum

Skalt tú hava bil, so eru ávísar útreiðslur tengdar at teimum. Sjálvandi er neyðugt at rinda brennievni og annað, um tú ætlar tær nakrastaðni, men fyri yvirhøvur at hava rætt at koyra á vegnum, eru eisini gjøld, ið mugu gjaldast.

 

Tvey teirra eru vektgjald til Akstovuna og tryggingargjald til tryggingarfeløgini.

 

Fyrst í hesum mánaðinum skuldi vektgjaldið rindast og um onkur er, sum enn ikki hevur gjørt tað, so er hetta kanska ein hóskandi áminning.

 

Løgreglan var í nátt úti í høvuðsstaðnum og klipti nummarpláturnar av sjey bilum. Í hesum førunum var tað tryggingargjaldið, sum ikki var rindað, men í næstum verður eisini farið út at klippa plátur av bilum, sum vektgjald ikki er goldið fyri.