Hevur hann ikki tá eitt nýtt landsstýrið klárt, so má hann annaðhvørt kasta handklæðið í ringin ella biða um longda freist frá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu.
Og gevur hon honum lonngda freist, so verður tað bara til mánadagin klokkan 10, tí tá er tíðin hjá henni úti sum løgtingsforkvinna.
Tí sum tað stendur í stýrisskipanarlógini, so skal nývalda løgtingið koma saman til fundar kl. 10.00 tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar.
12. yrkadagur er mánadagin, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, kann ikki kalla tingið saman, tí ta heimildina hevur hann mist, tí hann hevur lagt frá sær sum løgmaður og er bara virkandi løgmaður, til Løgtingið hevur valt ein nýggjan løgmann.
Í grein 28 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya stendur:
»Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.
Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.
Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.
##med2##
Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá løgtingsformanninum um løgmansevni, boðar formaðurin aftur til samráðs sambært stk. 1 og setur innan 4 yrkadagar eftir at uppskot hansara var havnað framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3.
Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur felt uppskot løgtingsformansins um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið«.
Skuldi tað ikki borið á mál at skipa samgongun áðrenn mánadagin klokkan 10, so kann nýggja løgtingsforfólkið gevur einum samráðingarleiðara 10 yrkadagar afturat í eini roynd at skipa samgongu.












