Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad taptu á útivølli 0-2 fyri HB Køge í fyrsta dystinum í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
HK Køge skoraði bæði málini innanfyri átta minuttir í seinna hálvleiki. Í báðum førum sá verjan hjá Aarhus ikki gott út.
Aarhus Fremad er triðniðast í niðara endaspælinum við 27 stigum. Teir eru bert fýra stig frammanfyri HB Køge, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til triðbestu deildina aftaná lokið kappingarár.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum HB Køge-Aarhus Fremad 2-0 (0-0):
##med2##










