Í øllum larminum frá orkuríkum ungdómum og øðrum, ið eru farin í býin at hugna sær, er ikki óvanligt at síggja 40 ára gamla Ragnar Ludvig. Hann er tó ikki býnum í somu ørindum sum flest onnur, tí um vikuskiftini gevur Ragnar fólki traktatir um náttina.
Traktatirnar eru eitt kall
Tað byrjaði alt í 2004, tá Ragnar fyrstu ferð fór út á gøtuna við traktatum.
- Sum trúgvandi ynski eg at vera í aktivari tænastu og vil vinna mennsikju fyri Jesusi. Hetta er ikki sørt øðrvísi enn tann meira siðbundni trúðboðaragerningurin, sigur Ragnar, sum er føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Í løtuni býr hann í Tórshavn saman við konuni og teirra trimum børnum, men hann hevur eisini búleikast aðrastaðni.
- Eg havi búð í millum annað Keypmannahavn, Oslo og Noregi, og í øllum býunum havi eg gingið á møti hjá ymiskum samkomum, greiðir Ragnar frá. Hann er útbúgvin skipsførari, og harafturat hevur hann lisið verkfrøði innan skipstøkni á DTU í Lyngby. Ragnar er uppaldur í einum kristnum heimi, men tað kristna lívið hevur ikki altíð fylt líka nógv.
- Eg bleiv frelstur á eini páskastevnu í Havn sum trettan ára gamal. Í ungdómsárunum ferðaðist eg í einum rættiliga heidnum umhvørvi, so á tann hátt vaks eg ikki í Kristusi fyrr enn nakað seinni, tá eg broytti lívsførslu, sigur Ragnar. Eitt nú hevur hann spælt til dans ymsastaðni kring landið í sínum ungu døgum.
- At deila traktatir út er eitt kall, og eg veit, at tað er tøvur á mínum religiøsu tekstum, sigur Ragnar avgjørdur.
Klubbagarðurin er eitt gott mið
Seinastu átta árini hevur Ragnar á náttartíð staðið ymsastaðni í Havnini við sínum traktatum. Onkuntíð gevur hann fólki traktatir um dagin uttan fyri eitt nú SMS, tí har koma nógv fólk.
- Eg royni at stilla meg tey støðini, har nógv fólk savnast saman, og eftirhondini havi eg funnið nøkur góð mið, sigur Ragnar. Um vikuskiftini eru ávís støð í Havnini, har honum dámar best at standa.
- Klubbagarðinum og springvatnið við Ebenezer hava víst seg at vera góð mið, tí har ganga nógv fólk um næturnar, so tá liggur væl fyri at geva teimum eina traktat, sigur Ragnar, sum gevur umleið 500 traktatir út um vikuna. Ikki einans gevur hann fólki traktatir, men hann stendur eisini sjálvur fyri øllum forarbeiðinum.
- Leygarkvøld byrji eg aloftast beint eftir nátturðatíð við at skriva tekstin, sum eg royni at fáa so mikið persónligan, at tann, ið lesur traktatina, følir, at tað er skrivað beinleiðis til sín, greiðir Ragnar frá. Tá traktatin er skrivað, skal teksturin setast upp inni á telduni og síðani prentast í fleiri hundrað eintøkum.
Á røttum stað í røttu tíð
Vanliga fer Ragnar í miðbýin um midnáttarleitið, og ikki fyrr enn tað lýsir, fer hann heimaftur. Sum oftast eru veitsluhýrdu fólkini blíð við Ragnar, tá hann rættir teimum eina traktat, men tað kemur meir enn so fyri, at hann upplivir munnligan ágang.
- Mann kann siga, at eg royni at vekja fólk, tá tey ikki eru klár í høvdinum orsaka av rúsdrekka. Onkuntíð kunnu tey vera ljót í munninum, og summi spyrja meg, um eg ikki eri á skeivum stað á skeivari tíð, sigur Ragnar. Sjálvur heldur hann seg vera á júst røttum stað á rættari tíð, tá hann stendur í eitt nú Klubbagarðinum klokkan fýra sunnumorgun, og dansistøðini lata aftur.
- Eg møti fólki, tá tey eru mest opin, og eg haldi, at tað avgjørt er rætta tíðspunktið, tá tey hava drukkið og ikki smæðast. Eg havi havt nógvar uppbyggjandi samrøður í eitt nú Klubbagarðinum og við springvatnið í miðbýnum, fortelur Ragnar. At Ragnar hevur framúr góðar talugávur er eingin ivi um.
- Samkomuleiðarar og onnur plaga at siga, at eg havi evangeliskar gávur. Harafturat smæðist eg ikki burtur, so á tann hátt hóski eg væl til trúðboðaragerningin, sigur Ragnar, sum leggur stóran dent á ikki sjálvur at koma í fokus.
- Tað er umráðandi, at eg ikki gerist ov sjálvsøkin og uppfati meg sjálvan sum nakað betri enn onnur menniskju. Tað skal vera soleiðis, at hvørjaferð Gud veksur, so minki eg.
Vil vera kelda til íblástur
Ragnar brúkar nógvar tímar um næturnar um vikuskiftini upp á at geva fólki traktatir, og hóast hann ikki fær pening fyri tað arbeiðið, hann ger, er hann ikki í iva um, at hann fær eitt slag av løn.
- Eg fái ikki pengar, men í staðin fái eg andaliga løn. Eg verði uppbygdur og fái eina andaliga venjing. Ofta verður sagt, at Guds børn batna í Harrans verki, og tað føli eg veruliga, at eg geri við hesum, sigur Ragnar. Hann ynskir, at hann kann geva øðrum føroyingum íblástur við at vera til staðar í náttarlívinum.
- Eg royni at geva fólki íblástur til at søkja Gud, náði og frelsu. Bara tað, at eg eri til staðar, er ein máti at konfrontera fólk, tí tey vita, at eg umboði evangeliið, greiðir Ragnar frá.
Hann veit fullvæl, at summi fólk, ið fáa eina traktat frá sær, tveita hana á vegin, fáa minuttir eftir at Ragnar hevur givið teimum hana. Hóast hann hevur brúkt tíð og orku upp á traktatirnar, so verður Ragnar ikki illur, tá hetta kemur fyri.
- Tá fólk blaka eina traktat burtur, særir tað hjartað, og eg haldi, tað er harmiligt, at tey vraka Jesus. Eg havi tó lært ikki at vera sárbarur sjálvur. Í eini slíkari støðu tykir mær synd í persóninum, og at viðkomandi einaferð skal doyggja uttan Jesus, sigur Ragnar.
Høvuðsendamálið við traktatunum er at siga fólki frá um kristindómin, og sjálvt um øll ikki eru líka fegin um traktatirnar, veit Ragnar, nær rokkið er á mál.
- Eg veit væl, at øll ikki lesa tekstin, men um bara ein persónur verður frelstur, so er mín missión fullførd, sigur Ragnar, sum eisini ætlar sær at fara á teir ymsu festivalarnar og stevnurnar í summar við sínum traktatum.