Knústi andlitið av eini venjingarmaskinu

Ein 12 ára gomul genta doyði í svimjihøllini í Ringsted í kvøld, tá ein venjingarmaskina datt oman yvir hana og knústi andlit hennara. Vanlukkan hendi, tá eitt venjingartorn datt oman yvir gentuna, sum á gólvinum var í holt við sína venjing. Tað var alt annað enn nøkur hugnalig sjón hjá liðfeløgum hennara at síggja, tá venjingartornið datt og rakti andlitið á gentuni.

Ein 12 ára gamal drongur fekk eisini smærri snuddir.

Venjarar og leiðarar royndu at bjarga tí 12 ára gomlu, men lív hennara stóð ikki til at bjarga. Tá bjargingarfólk komu á staðið, noyddist ein lækni at staðfesta, at hin 12 ára gamla var deyð.

Tað er BT, sum ber hesi tíðindi í kvøld og myndin, sum vit prenta til greinina, er av svimjihøllini í Ringsted, har vanlukkan hendi í kvøld.