Í sambandi við kekkiskar mentanardagar í Føroyum letur framsýningin UNESCO sights in the Czech Republic upp í býráðshøllini í Klaksvík týsdagin 15. mai klokkan 16.30. Framsýningin er frá tólv støðum í Kekkia, sum UNESCO hevur kosið sum serlig. Hendan framsýningin verður opin nakrr dagar fram.
Eisini verður framsýning við vøkrum knipplingum hjá kekkisku listahandverkskvinnuni Janu Novak, sum er fødd í Kekkia, búsitandi í Danmark. Hon hevur skrivað fleiri enn 20 bøkur um knipplingar og hevur hildið fyrilestrar og verkstovur í stórum parti av heiminum.
Jana Novak fer mikudagin 16. mai klokkan 16 í sambandi við mentanardagarnar at hava verkstovu á Føroya Handarbeiðsskúla við Heygavegin í Klaksvík. Har verður høvi at síggja knipplingar av alskyns slag og at læra um handverkið.
Verkstovan tekur væntandi góðar tveir tímar og hugsar Jana Novak at skipa hana soleiðis:
Tiltøkini í Klaksvík verða fyriskipað í samstarvi við Mentanardeild býráðsins og Klaksvíkar Kvøldskúla.