Postalínið hjá Nigellu hevur verið í handlinum eina tíð, men tað hjá Jamie Oliver er nýinkomið. Jamie, sum vit eisini kenna sum tann nakna kokkin, hevur samstarvast við Royal Worcester um sítt postalín. Koppar, skálir, bollar og mangt annað er at finna, og nøvnini á teimum ymisku lutunum eru í sannum Jamie anda - sum for eksempul "Big Fella Plate og Little Tinker Bowl".
Jamie lovar á heimasíðu síni, at postalínið ikki bara er vakurt á at líta, men eisini sera hent at hava í køkinum.