Runavíkar kommuna hevur keypt bankabygningin fyri 19 milliónir krónur

Kommunan hevur keypt bankan fyri 19 milliónir

Í dag skrivaðu partarnir undir sáttmálan

 

Runavíkar kommuna hevur keypt bankabygningin fyri 19 milliónir krónur

Runavíkar kommuna hevur keypt bygningin hjá BankNordik á Høgabóli og flytur fyrisitingina inn í bygningin. Bankadeildin hjá BankNordik flytur so út í hølini, har VisitRunavík (Kunningarstovan) hevur hildið til.

Runavíkar kommuna samtykti í juni einmælt at keypa bygningin fyri 19 milliónir krónur.

Tá kommunan og bankin hava skift um høli er ætlanini, at gamli skúlin á Glyvrum – tann frá 1891 – skal gerast til býráðsal. Hann verður í løtuni høvuðsumvældur, og kann væntandi takast í nýtslu sum býráðssalur, samstundis sum fyrisitingin flytur av Heiðavegi 26 inn á Høgaból. 

Bygningurin á Heiðavegi 26 verður síðani settur til sølu.

Lesið meira her

 

##med2##

 

##med3##

 

Runavíkar kommuna hevur keypt bankabygningin fyri 19 milliónir krónur

Her í gamla skúlanum á Glyvrum verður býráðssalur gjørdur

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, Sæunn L. Nolsøe, deildarleiðari í bankanum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu