Kommunan skal yvirtaka sjúkrahúsið

Klaksvíkar Sjúkrahús kann gerast fremsta sjúkrahús í heiminum, um kommunan sleppur at yvirtaka tað, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

- Haldi tíðin er komin hartil, at Klaksvíkar kommuna yvirtekur Klaksvíkar Sjúkrahús í samstarvi við kommunurnar í nærøkinum. So fáa starvsfólkini á KS frið at arbeiða og sleppa undan konstantari hóttan um niðurlegging, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Hon hevur verið sera bersøgin í sínum atfinningum móti nýggju menningarætlanini fyri heilsuverkið. Hon vil millum annað vera við, at brotini, sum viðgera Klaksvíkar Sjúkrahús eru broytt í umsetingini av tilmælinum til føroyskt.

 

Nú heldur hon at tíðin er komin, at Klaksvíkar kommuna yvirtekur sjúkrahúsið eisini.

- Vit hava sæð ferð aftaná ferð, at har Klaksvíkar kommuna yvirtekur økir, byrja tey at blomstra og eru vælvirkandi. Eg kundi tikið dømi: ansingarøkið, barnaverndarøkið og nú fyri stuttum eldraøkið. Hetta er væleydnað og ein fyrimynd um, at vit skulu halda fram at yvirtaka økir, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Hon leggur tó eina við, at játtanin skal fylgja við, til tess at sjúkrahúsið framhaldandi skal vera vælvirkandi og við tíðini gerast eitt av fremstu sjúkrahúsum í heiminum.

 

- Tíverri fær KS ikki frið. Við jøvnum millumbilum verða álit gjørd, sum vilja niðurlaga KS. Hetta kann ikki halda fram. Ein niðurlaging av KS fer ongantíð at bjarga hvørki Landssjúkrahúsinum ella Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum.

 

Les eisini Klaksvíkar kommuna yvirtaka Klaksvíkar Sjúkrahús