Komorowski verður forseti í Póllandi

Fyribilstøl frá polska forsetavalinum í dag vísa, at virkandi forsetin, Bronislaw Komorowski, hevur vunnið valið. Sambært teimum fyrstu tølunum fekk hann 53,1 prosent av atkvøðunum. Mótvalevnið, fyrrverandi forsætisráðharrin Jaroslaw Kaczynski, fekk knappliga 47 prosent.

Tøl hjá privata sjónvarpinum TVN vísa, at munurin millum tey bæði valevnini var uppaftur minni. Eftir hesum tølunum fekk

Komorowski 51,09 prosent av atkvøðunum, og at Kaczynski fekk 48,9 prosent.

Tann almenna valnevndin hevur sagt, at tað almenna úrslitið verður ikki kunngjørt fyrr enn í fyrsta lagi í annaðkvøld.