Eftir dystin viðgekk annar av venjarunum hjá AB, John Petersen, at liðið fyrst og fremst var komið til Klaksvíkar eftir einum stigi.
– Sum dysturin háttaði seg, kundu vit tó iðra okkum um, at vit ikki fingu øll trý stigini. Vit fingu ímóti endanum eitt brotsspark ímóti okkum, og so bleiv tað ikki meira enn tað eina stigið kortini, staðfesti John.
Hann helt annars, at góða gongdin hjá AB eftir summarsteðgin hevur fleiri orsøkir:
– Vit hava fingið góða tilgongd, sum munar, men liðið sum heild arbeiðir eisini øgiliga væl saman. Teir ungu menninir vaksa við uppgávuni og trúgva upp á tað, segði John Petersen, ið ikki longur stúrir fyri niðurflytingini.
– Vit hava 12 stig niður til tey bæði niðastu liðini, og 15 stig eru eftir at spæla um, so nú haldi eg, at vit fara at hyggja meira uppeftir.