Havaldan skuldi leygarkvøldið sleipa tveir aliringar av Eiði til Funningsfjørð, tá báturin kom í eina streymíðu uttanfyri Gjógv.
? Báturin kom illa fyri av hesum, tí teir høvdu tveir aliringar upp á sleip. Tvær stúttur í dekkinum vóru skrædnaðar, og sjógvur kom inn í bátin. Lensipumpurnar gingu fyri og hondpumpan eisini, greiðir Djóni Weihe, leiðari á Sjóbjargingarstøðini MRCC, frá.
Boð vóru send til sjóbjarningarstøðina og tyrlan var til reiðar at fara monnunum báðum, ið við vóru, til hjálpar. Menninir vóru klárir at fara í gummibátin, men tá fingu teir dekspumpuna at rigga aftur, og tí settist tyrlan aftur. Aliringarnir vórðu sleptir, og báturin sigldi við lítlari ferð inn á Funningsfjørð, har teir komu á land í øllum góðum. Ein alibátur úr Funningsfirði var komin Havalduni til hjálpar, og fylgdi við teimum til teir komu til lands.
Aliringarnar tók Tjaldrið uppaftur seinni um náttina.