Komu ov seint ígongd

Alis Høghamar iðraði seg um avrikið hjá VÍF í fyrra hálvleiki, sum hon helt kostaði teimum steypafinaluna leygardagin

Silvurmerkið

Í síni seianastu steypafinalu mátti Alis Høghamar ásanna, at hon og liðfelagarnir úr VÍF gjørdust akkurát ov stuttar, tá samanumkom. VB var yvir ein kamb stinnara liðið, og tó at VÍF gjørdi eina seinastu roynd, so megnaðu tær akkurát ikki at toga seg upp á javnleikin, sum hevði givið longda leiktíð.
- Ja, høvdu vit megnað tað, so ivist eg ikki í, at vit høvdu vunnið, men tað kann so gera tað sama. Vit fingu ikki spælið at koyra í fyrra hálvleiki, og tað kostaði okkum dystin, helt hon.

Álopið koyrdi ikki
Sum kunnugt, so spældu júst VB og VÍF eisini fyri viku síðani. Ein dyst, sum VB vann stórt, men hóast nakrir paralellar kundu dragast millum hesar báðar uppgerðirnar, so helt Alis ikki, at hetta hevði havt nakran týdning.
- Sjálv haldi eg í øllum førum ikki, at tað hevði nakað at siga. Men tað var bara so, at vit fingu ikki álopið at koyra. Í steðginum broyttu vit sum so einki, men tosaðu enn einaferð um tær avtalur, sum vit høvdu gjørt undan dystinum, og spakuliga fór tað so at ganga rætta vegin.
Hetta vísti seg tó at vera ov spakuligt, og úrslitið gjørdist, at VÍF fyri fyrstu ferð í trý ár mátti taka til takkar við silvurmerkjum. Nakað sum eisini tykist vera ávegis í landskappingini, men her heldur Alis ikki, at alt er mist.
- Vit eru samstundis væl við í kappingini, so nú ræður um hjá okkum at arbeiða víðari. Fyrst og fremst mugu vit rætta mistøkini, sum eru framd í seinastu dystunum, men alt í alt haldi eg meg kunna siga, at eg síggi fram til, at vit fara at reisa okkum, segði Alis Høghamar at enda.