Fótboltur
Løtan stóð í skugganum av, at heimsmeistararnir vitjaðu í Føroyum. Men tað eigur ikki at fara aftur við borðinum, at nýtt blað í føroyskari fótbóltssøgu varð skrivað leygarkvøldið, tá ið Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru partur av U-21 undankappingardysti.
Heðin Askham, Bill Jacobsen og teirra ungu menn vóru 75 kilometrar uttanfyri Sarajevo, har føroyska liðið, sum var mannað við nógvum spælarum úr Formula deildini, tapti 2-0 ímóti Kroatia.
Málini vóru skorað í 23. minutti og í yvirtíðini. Í fyrra førinum var Rukavina leysur á brotsteigarmarkinum, og í seinna førinum var innskifti Ivan Begovic fyrstur á innleggi úr høgru.
Føroyska ferðalagið, sum nú er komið til Albania, har dystur verður mikukvøldið, er ikki fallið í fátt. Teir siga seg vera nøgdar við avrikið og úrslitið í Kroatia.
- Á okkara liði vóru tveir spælarar úr næstbestu deildini í Danmark, og teir flestu av hinum hava royndir úr Formula deildini. Felags fyri teir allar er, at teir hava spælt á yngru landsliðunum. Tí vita teir, hvat tað snýr seg um, sigur Bill Jacobsen av Balkan, og hann heldur fram:
- Útgangsstøðið hjá okkum var at hava nógv fólk aftanfyri bóltin. Levi Hanssen var bindilið millum verjuketuna og miðvøllin. Har var hann, inntil hann orsaka av skaða ikki kom á vøllin eftir steðgin. Tá var Kristoffur Jacobsen, sum hevði verið einsamallur í álopinum, settur í hetta plássið, meðan Magnus Olsen varð settur inn í álopið. Tá ið Pætur Jørgensen fór av vøllinum, fór Magnus á miðvallarplássið í høgru, og tá kom Tummas Hans Rubeksen inn í álopið.
Hvussu var dystargongdin?
- Ferðin var støðugt høg. Okkara setningur var at byrgja upp fyri eyðkenda Balkan smáspælinum og skjótu flytingunum. Vit vóru væl skipaðir, og tað eydnaðist væl at spæla nógv og sparka lítið, tá ið vit fingu fatur á bóltinum. Teir høvdu einar seks góðar royndir ímóti okkara máli, og tað mugu vit rokna við.
Høvdu okkara nakrar royndir?
- Kristoffur Jacobsen varð spældur inn um verjuna í 37. minutti. Skotið varð parerað til horna, og í tí støðuni stóð Einar Hansen, ið annars var sera drúgvur, væl fyri, men einki spurdist burturúr. Gamla søgan er framvegis galdandi, altso at tað knípir á síðsta triðinginum. Vit eru ikki nóg stinnir í umstillingsspælinum, sigur Bill Jacobsen.
Hitin var 22 stig, tað var eitt lítið lot, og harvið vóru umstøðurnar rættuliga góðar.
Saman við Kroatia og Føroyum eru Albania og Italia í bólkinum. Fríggjakvøldið vann Italia 4-0 á heimavølli ímóti Kroatia. Mikukvøldið skulu Føroyar spæla í Tirana í Albania.
---
Fakta um dystin
Kroatia-Føroyar 2-0
U-21 EM undankappingardystur
Á NK Varteks stadion í Varazdin í Kroatia leygardagin 2. juni 2007 kl. 16.30
1-0: Ante Rukavina 23.
2-0: Ivan Begovic 90.
Dómarabólkur av Malta: Anthony Zammit, Joseph Camilleri, Mariano Debono og Chris Lautier
3000 áskoðarar
Kroatia: 1. Filip Loncaric – 2. Domagoj Vida, 5. Kristijan Ipsa, liðformaður, 6. Josip Mizic (Dejan Louren, 8.), 3. Denis Glavina – 8. Ivo Ilicevic, 10. Miljenki Bosnjak (16. Ivan Begovic, 46.), 11. Drago Gabric (18. Davor Kukec, 62.), 4. Marko Dinjar – 7. Ante Rukavina, 9. Tomislav Busic
Gult kort: Domagoj Vida
Føroyar: 1. Gunnar Nielsen, liðformaður – 2. Jónas Þór Næs, 4. Jóhan Troest Davidsen, 5. Poul Thomas Dam, 3. Einar Hansen – 15. Pætur Jørgensen (18.Tummas Hans Rubeksen, 66.), 8. Bogi Løkin, 6. Levi Hanssen (14. Magnus Olsen, 46.), 9. Emil Nolsøe Leifsson, 7. Jóhan V. Gunnarsson (12. Fritleif í Lambanum, 88.) – 17. Kristoffur Jacobsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Símun Rógvi Hansen, 10. Sølvi Vatnhamar, 11. Jón Krosslá Poulsen, 13. Sigmund Jacobsen.
Gult kort: Jónas Þór Næs