Konsert við Ara Hammer Joensen í Hoyvíkar kirkju

Eftir konsertina verður høvi at heilsa uppá Ara Hammer Joensenog og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum. 

Fríggjadagin 11. august klokkan 20 fer orgulleikarin, Ari Hammer Joensen, at hava konsert í Hoyvíkar kirkju.

 

Ari hevur seinastu árini gingið í Tórshavnar Musikkskúla og fekk organistprógv og eisini miðnámsprógv fyrr í ár. Seinastu árini hevur hann eisini spælt til fleiri sera áhugaverdar konsertir og verið organistur í fleiri ymiskum kirkjum kring landið.

 

Millum annað hevur Ari Hammer Joensen regluliga spælt í Argja kirkju og í Vesturkirkjuni. Í vár var hann til upptøkuroynd, og nú er Ari klárur at fara undir víðari lesnað á Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

 

Konsertin fríggjadagin verður seinasta konsertin, sum Ari fer at hava her heima í Føroyum, áðrenn hann byrjar lesnað í Danmark. Eftir konsertina verður høvi at heilsa upp á Ara og ynskja honum góða eydnu við lesnaðinum. 

 

- Hjartaliga vælkomin til konsert í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin, siga fyrireikararnir av konserttiltakinum í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld.

 

Nikolaus Bruhns Preludium og fuga í G dur

 

Léon Boëllmann Suite Gothique I. Introduction - Choral II. Menuet gothique III. Prière à Notre-Dame

 

IV. Toccata

 

Johann Sebastian Bach Toccata, Adagio og fuga í C dur

 

Jógvan Waagstein Paraphrasa fyri orgul