Konsert á Sandi

Í dag, leygardagin verður konert í listasavninum á Sandi Konsert á Sandi

Í morgin, leygardagin, klokkan 11, fara Sámal Petersen, violin og Ragnar Olsen, gittar, at hava konsert í Listasavninum á Sandi. Á skránni verða verk eftir J Dowland, J S Bach og Smith Brindle.

Sámal Petersen er lærari í musikkskúlanum í Havn og hann er limur í Aldubáruni og konsertmeistari í Føroya symfoniorkestur. Sámal hevur spælt konsertir sum kamartónleikari og solistur í Norðurlondum og Evropa. Ragnar Olsen er eisini lærari í musikkskúlanum og hann hevur spælt konsert bæði sum kamartónleikari og solistur í Norðurlondum og Evropa.