Ein ungur skopuningur er lagstur afturat úrvalsliðnum av dugnaligum tónleikarum her á landi. Hann leikar guitar og er nú á konsertferð.
Komandi dagarnar fer ungi føroyski guitarleikarin Ragnar Olsen at hava konsertir í Skopun, í Vági og í Havn.
Hetta er ein minni konsertferð, har ið Ragnar fer at bjóða áhoyrararunum spanskar tónar, tónar eftir mæta Johann Sebastian Bach og okkurt meira forkunnugt á klassiska guitarinum.
Kirkja, Pakkhús og listaskáli
Ragnar Olsen hevur lokið diplomprógv á Vestjysk Musikkonservatorium í guitarleiki og frálæru. Hann starvast nú á Føroya Musikkskúla. Umframt at hava fingið sær hollan lærdom á tónlistarskúla, hevur Ragnar luttikið á masterclasses við m.a. John Mills, Luis Zea, Alvaro Pierri og Timo Korhonen.
Ragnar er skopuningur og er tað eisini í Skopun at hann leggur fyri. Hann fer at framføra í kirkjuni í Skopun hóskvøldið 14. apríl kl. 19.00 og í Stóra Pakkhúsi í Vági sunnudagin 17. apríl kl. 19.00. Seinni verður eisini ein konsert í Havn, nevniliga í Listaskálanum sunnudagin 24. apríl kl. 19.00. Konsertfelagið skipar fyri konsertunum.