Konsertir við Michalu Petri og Ólavi Jakobsen

Á Mentanardegnum á Sandi í fjør summar spældur Mich­ala Petri og Ólavur Jakobsen sam­an fyri fyrstu ferð Nú vera tey aftur at hoyra í Norð­ur­land­a­hús­i­num og í Fugl­afirði.

– Vit eru so heppin, at vit hava fylgt heimskenda floyt­u­leik­ar­anum Michalu Petri, síðani hon blað­ung framførdi á fyrsta sinni her á landi. Síðan hevur hon vitjað javnan. Alt meðan hon hevur vunn­ið sær frama sum hin fremsti tón­leikarin á ljóðføri sínum, blokk­floyt­uni, ið hon hevur lyft upp á eitt støði, ið ongantíð er sæð fyrr, siga fyri­reik­ararnir.
Hon hevur vunnið allan tann al­tjóða heiður, ið ein tónleikari yv­ir­høvur kann og hevur framført við mæt­astu dir­i­gent­um og or­kestr­um kring allan knøttin.
At framføra við sær hesa­ferð, hev­ur hon valt fremsta, føroyska gitt­ar­leikaran Ólav Jakobsen, ið hev­ur drúgvar royndir sum sol­is­t­ur, kam­ar­tón­lei­kari og eisini kend­ur sum frásøgumaður á Nýggj­ár­s­kon­­sert­ini.
Tey bæði hava sett saman eina sera fjølbroytta skrá, har ið væl­ljóm­andi, virtuosur og spennandi tón­leikur verð­ur spældur. Alt bundið sam­an við lættleika í spæli og nær­veru við lurtaran við frá­greið­­ing­um um tónleikin.
Tónleikurin spennir sera víða í tíð. Tónleikur frá Bach og Haendel til Piazz­olla, úr Kina til Føroyar, frá ald­ar­gomlum løgum til for­kunn­ugt og nýtt, sum í teirra hond­um fær lætt flog.
Konsertirnar eru sunn­u­dag­i­n 25. mars klokkan 16 í Norð­ur­landahúsinum og týs­kvøldið  27. mars klokkan 19.30 í Fuglafjarðar kirkju.