Kontra-álopini søktu VB

Neistin vann trivaligan sigur í Vági, har rennisterku gestirnir runnu VB sundur og saman

Hondbóltur

Talan gjørdist ikki um tann spennandi oddadystin, sum mong høvdu roknað við, tá Neistin vitjaði í Vági sunnudagin. Bæði VB og Neistin hava higartil víst, at Stjørnan ikki skal taka nakað fyri givið í landskappingini, og við oddasessinum í grundspælinum í eygsjón, høvdu báðir partar nógv at spæla fyri.

Mistøkini revsað
Fyrstu góðu løtuna bendi alt eisini á eina spennandi uppgerð. Bæði liðini løgdu nógva orku í verjupartin, og fyrstu 20 minuttirnar gekk alt rættiliga javnt fyri seg.
Hjá Neistanum ráddi fyrst og fremst um at hava gott tak á Daivu Toumaite, og hennara leiklutur varð fyri tað nógva eisini avmarkaður.
Og tá helst besti spælarin í landinum so eisini byrjaði at gera mistøk, vóru Neistakvinnurnar skjótar at taka av. Kontra-álopini fóru sendandi oman móti VB-hálvuni, og longu undan steðginum hevði Neistin sett seg tungt á dystin.
Tað gav teimum bláu neyðuga friðin yvir spælið, og seinni hálvi tímin gjørdist tí fyri tað nógva hampuliga róligur. Neistin hevði ikki fyri neyðini at overva seg, men tær hildu støðugt fast um leiðsluna, sum var vunnin.
Og so kundu tær veruliga sláa sigurin fastan seinastu løtuna. Í mun til flestu av hinum liðunum, so hevur Neistin sera góða breidd í hópinum, og tað gav at bíta, tá orkan hjá VB var um at ganga undan. Soleiðis fekk VB einki mál seinastu 10 minuttirnar, har Neistin veruliga sementeraði sigurin.

Oddasessur uttan týdning
Við stigunum vann Neistin seg upp á oddasessin í grundspælinum, og sálarliga hevur hetta heilt víst stóran týdning. Spurningurin er tó, hvat hetta kann nýtast til í praksis, tí í verandi skipan hava hvørki grund- ella endaspæl tað heilt stóra upp á seg. Fyrst og fremst, so ræður um at verða millum tey fýra ovastu fyri jól, og so er um at raka dagin, tá avgerandi hálvfinalurnar og møguliga finalan standa á skránni.
Tí var tapið sum so eingin vanlukka hjá VB, men hetta prógvaði tó, at liðið enn hevur nakað at arbeiða við. Tað er tó ein trupulleiki, tá berandi kreftirnar á liðnum ikki rigga optimalt, tí tað eru hesar, sum yngru spælararnir skulu lena seg uppat.

Fakta um dystin
VB-Neistin 18-31 (10-17)
Málskjúttar
VB: Daiva toumaite 7, Ivana Ljubjeic 4(1), Teresa Joensen 4(1), Jóna Thorsteinsson 2, Una Egilsdóttir 1(1)
Neistin: Nioleta Radu Hansen 15(2), Katja Eigeman 4, Heidi Maria Akselsen 4, Ása á Neystabø 3, Unn Kragesteen 3, Maria Dahl 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: VB 4, Neistin 3
Útvísingar: VB 1, Neistin 2