Korona: Fara ikki at herða tilmælini fyrr enn støðan versnar aftur

Sum støðan er nú, fara myndugleikarnir ikki at herða tilmælini í sambandi við koronu. Tað staðfestir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hví tilmælið varð slept um, at øll, sum koma til Føroyar, skulu í sóttarhald. Hon vildi eisini hava at vita um hetta er eitt stig, heilsufakligi myndugleikin hevur mælt til, og um nøkur ætlan er um at seta tilmæli í gildi aftur um at øll, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald.

 

Spurningurin varð settur 8. juni, tá ið korona av álvara var farið at ganga aftur og nógv fólk vórðu smittað. Men síðani er talið á smittaðum minkað nógv aftur. Hinvegin støðan framvegis tann, at fult tamarhald er ikki á støðuni, tí eingin veit, hvar summi av teimum, sum verða smittað nú, hava fingið sjúkuna.

 

Bárður á Steig Nielsen ger greitt, at tilmælið um, at øll, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald, er ongantíð slept. Hinvegin varð tilmælið linkað hálvan mai, soleiðis at tey, sum koma til Føroya, og eru koppsett, sleppa undan at fara í sóttarhald - men treytin er, at tað eru minst átta dagar síðani at tey fingu ta seinnu sproytuna.

 

Fólk, ið hava havt koronusmittuna, og tað eru 10 dagar síðani tann positiva royndin varð tikin, sleppa eisini undan at fara í  sóttarhald í fýra dagar.

 

Samstundis fingi tey, sum ikki eru koppsett, eisini fríari ræsur og tað merkir, at tey skulu ikki longur í sóttarhald. Sostatt kunnu tey fara í biograf, á sjónleik, á matstovur, og annað, men tey skulu halda seg frá størri fólkarúgvum, eitt nú størri veitslum, skeinkistøðum, kirkjum og samkomum, størri ítróttartiltøkum og tónleikafestivalum.

 

Løgmaður sigur, at orsøkin til, at tilmælini vórðu linkað um hálvan mai, var, at tá var støðan rættiliga góð, umframt at alsamt fleiri vórðu koppsett. Samstundis vóru størri orka løgd í at kanna fólk fyri korona so at kanningarstøðirnr vóru opnar hvønn dag.

 

Hann sigur, at tá ið tilmælini eru broytt, hevur tað verið í eini javnvág ímillum heilsufakligu tilmælini og samfelagsligu atlitini. Hvørja ferð, tilmælini eru broytt, er heilsufakligi myndugleikin spurdur til ráðs, og tað varð hann eisini tá ið tilmælið um sóttarhald til tey, sum koma til Føroya, varð linkað.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at sum støðan er nú, verða tilmælini ikki herd. Men hann sigur, at tey fylgja væl við støðuni, og versna støðan aftur, verða tey endurskoðað.