Korona: Soleiðis sær støðan út kring heimin

Flestu eygu eru vend ímóti USA, sum nú hevur flest koronasmittað kring heimin.

Talið av deyðum vegna koronavirus hækkar í fleiri londum, og kring heimin nærkast talið nú 109.000. Í USA fór talið í gjár um 20.000 deyð til samans.

Her er eitt yvirlit yvir talið av deyðum í ymsum útvaldum londum.

Talið av deyðum er gjørt upp klokkan 04 í morgun. Talið í klombrum er talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 í býgvar.

Økingin er uppgjørd frá klokkan 04 gjáramorgunin og 24 tímar fram.

Talið í seinnu klombrunum vísir í prosntum, hvussu nógv dagsins tal er hækkað ella fallið í mun til dagin fyri.

* USA: 20.604 deyð tilsamans (5,5). 1911 deyð í 24 tímar (-5,4 prosent). 

* Italia: 19.468 deyð tilsamans (32,2). 619 deyð í 24 tímar (+8,6 prosent).

* Spania: 16.606 deyð tilsamans (35,6). 525 deyð í 24 tímar (-17,2 prosent). 

* Bretland: 9875 deyð tilsamans (14,9). 917 deyð í 24 tímar (-6,4 prosent).

* Týskland: 2871 deyð tilsamans (3,5). 104 deyð í 24 tímar (-35,0 prosent). 

* Svøríki: 887 deyð tilsamans (8,8). 17 deyð í 24 tímar (-77,9 prosent).

* Danmark: 260 deyð tilsamans (4,6). 13 deyð í 24 tímar (+30,0 prosent). 

* Allur heimurin: 108.862 deyð tilsamans. 6163 deyð í 24 tímar (-12,0 prosent).

Kelda: Johns Hopkins University.