Korona: Tað má ikki endurtaka seg hetta vikuskifti

Tað var harmiligt at hoyra um støðuna farna vikuskifti, tí tað kann ganga heilt galið aftur, ávarar Pál Weihe, ráðgevari í koronu

Tað var harmiligt at hoyra, at seinasta vikuskifti stóðu fólk sum sild í tunnu inni á teimum ymsu skeinkistøðunum og vit mugu ávara ímóti at tað endurtekur seg.

Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, nú vikuskiftið stundar til. Seinasta vikuskifti vitsti løgreglan at siga, at skeinkistøðini vóru stúgvandi full av fólki og at tað var sum sild í tunnu.

Í eini roynd at forða fyri, at korona breiðir seg, mæla myndugleikarnir til, at fólk skulu helst bara vera saman við sínum nærmastu, og teimum, tey plaga at vera saman við. Tað eiga ikki at vera fleiri enn 20 fólk savnað til veitslulag og tað skulu vera minst tveir metrar ímillum fólk.

Løgreglan staðfesti, at seinasta vikuskifti vórðu eingi av hesum tilmælum, hildin, men Pál Weihe ávarar ímóti at lata hetta endurtaka seg hetta vikuskiftið.

Hann sigur, at nú eru vit í ferð við at koppseta, og gongur, sum ætlað, eru tey, sum eru í serligum vandabólkum, koppsett á páskum. Tá er várið eisini komið og vit fara at vera meiri uttandura, har smittuvandin er minni.

Hann sigur, at tá ið øll í vandabólkunum eru koppsett, kunnu vit loyva vit okkum nógv meiri enn vit gera í dag og tí hevur tað ein serligan týdning, at vit halda skansan, í hvussu so er til á páskum.

Og hann leggur afurat, at eftir ætlan eru øll onnur eisini koppsett um mánaðarskiftið juni – juli. Og heldur tann ætlanin, kunnu vit halda eitt rættiliga vanligt summar við bæði stevnum, tónleikafestivalum, ólavsøku og øðrum tiltøkum, sum plaga at savna okkum, sigur ráðgevarin í koronu.

Samstundis sigur hann, at okkara verjutiltøk við at kanna tey, sum koma til Føroyar, bæði tá ið tey stíga fótin á land, og sætta dagin tey eru her, virka væl og tað hevur mestsum eydnast okkum, enn einaferð, at berja smittuna niður aftur.

Tí heldur hann, at tað hevði verið stórt spell at beint fyri øllum við at stúgva okkum saman á skeinkistøðum. Hann ávarar um, at tað er ein rættiliga stórur smittuvandi í t. Bara tað er ein superspjaðari til staðar, er alt oyðilagt, tí tá kunnu vit vera um ein háls, áðrenn vit vita av, og so noyðast vit aftur at seta strangari tiltøk í verk, umframt teir avleiðingar, tað kann fáa fyri heilsuverkið, um so verður, at nógvir sjúklingar skulu leggjast inn.

Serliga stúrir hann fyri, at onkur kemur higar við tí enska variantinum av koronu, sum smittar nógv verri enn tann varianturin, vit annars hava havt mest av. Tí heldur hann, at tað er beklagiligt, at fólk ikki ansa betri eftir enn at tey stúgva seg saman á vertshúsum um næturnar.

– Eg veit, at fólk leingjast eftir at sleppa út, men tað er rætt og slætt skilaleyst at seta okkara góðu støðu í vanda. Nú eru vit í sluttspurtinum, og skulu halda tørn í tveir mánaðir afturat, til á páskum, sum eru fyrst í apríl. Og klára vit tað, eru vit í eini nógv betri støðu, enn vit eru nú til at linka krøvini, vit hava.

Samstundis minnir hann á, at í Føroyum liva vit rættiliga frælst aftur ímóti, hvussu tey hava tað í okkara grannalondum, tí har eru nógv strangari tiltøk ikki sett í verk, so í roynd og veru hava vit at gott í Føroyum aftur ímóti.

– Hetta er sluttspurturin og halda vit út nakrar heilt fáar mánaðir afturat, eru vit liðug at koppseta. Men skulu vit koma trygt ígjøgnum hesa tíðina, er tað neyðugt, at fólk eru ansin og ikki stúgva seg saman á skeinkistøðum. Tað er at spæla hasard við samfelagnum, leggur hann afturat.