Koronakreppa: Nú er afturgongd í bilasøluni

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er afturgongd í bilasøluni. Beinleiðis orsøkin til tað er koronakreppan.

Higartil eru seld 640 akfør tilsamans í mun til 700 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 60 akfør, sum er tað sama sum ein afturgongd upp á 8,6 prosent.

Tað eru altíð persónbilarnir, sum fylla mest í sølutølunum.

Higartil í ár eru seldir 453 nýggir persónbilar. Tað eru 69 færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá seldir vóru 522 persónbilar.

##med2##

Serliga stórur er munurin tó í mars í ár í mun til mars í fjør. Tí í mars í ár eru seldir 119 persónbilar í mun til 206 í mars í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 87 bilar.