Korthúsið hjá B36 rapar

Árstalsfelagið fekk reyða kort í steypakappingini móti Víkingi og eri úti. B36 hevur stórar trupulleikar og vandi er at hetta kappingarárið eins og í fjør endar við einum vónbrotið. Steypavinnararnir fingu hevnt 4-0 tapið í fyrr í ár.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fara Súni Olsen, liðskipari hjá B36, og Kaj Leo Í Bartalsstovu hjá Víkingi, eftir sama bólti. Dómarin, Dagfinn Forná, hevði lagt somu linju, sum hevur verið løgt alt ár, har spælararnir fáa loyvi at spæla.
Tað er eitt sindur heitt á vøllinum hesa løtuna og fleiri ferðir skreiða spælarar eftir vøllinum í eini royna at vinna bóltin. Tað er eisini tilfeldið hesa ferð.
Súni Olsen er leysur upp frá við báðum beinunum strektum og dubbinum fremst. Frísparkssnillingurin rakar ikki bóltin, men sendir Kaj Leo í leysa luft. Lætti vongurin hjá Víkingi blívur sendur upp í loft og brestur niður í vøllin og blívur liggjandi. Dagfinn Forná hevur einki annað val enn at senda Súna Olsen av vøllinum við beinleiðis reyðum korti.
Súni Olsen mótmælti ikki, men tók róligur liðskiparabandið av og gav tað víðari til Róald Jakobsen, og gekk av vøllinum. Hendingin lýsir eisini støðuna í B36, tí fáar minuttir undan hevði ein spælari hjá Víkingi eina harða takling, men tá valdi dómarin ikki at sekta, umframt at Súni Olsen hevði dundurskot á tvørstongina.
Í staðin fyri, at B36 javnaði, so endaði tað við útvísing og tapi. Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg og Adeshina Lawal eru skaddir, Gilli Sørensen er ikki heilt klárur, men spældi alíkavæl og nú fær Súni Olsen leikbann.
B36 er í bólkinum, sum roynir at elta fýra tey fremstu liðini í landskappingini, men heldur skaðalistin fram at verða langur, og dystirnir blíva við at koppa til mótstøðuna, so er vandi fyri at kappingarárið hjá B36 verður meinlíkt tí í fjør.

Víkingur omaná
Víkingur kom á odda longu aftaná tríggjar minuttir, tá danski miðverjin hjá B36, Martin Pedersen, var óheppin og beindi bóltin í egið mál eftir hornaspark. Umskipaða B36 liðið við fleiri ungum monnum við frá byrjan hevði helst brúk fyri eini betri byrjan.
B36 royndi at svara aftur, men hóast bæði Súni Olsen og Róaldur Jakobsen vóru eyðsýndir í álopsspælinum, so spurdist einki burturúr.
Í hinum endanum vísti Víkingur tekin upp á gott álopsspæl í fleiri førum. Spælararnir kenna væl hvønn annan og spælið gongur skjótt. Mangan eru bakkarnir, Bárður Hansen og Hanus Jacobsen við í álopunum og so var eisini í Gundadali. Hvør í sínum lag áttu teir góð innlegg, sum tó ikki endaðu við mál.
Tíggju minuttir fyri tíð bragdaði aftur hjá gestunum úr Gøtu og Leirvík. Tann nú nógv umstríddi Filip Djordjevic fór til stroks í høgru síðu og rak framvið fleiri. Komin inn á hálvuna hjá B36 sendir hann bóltin inn í brotsteigin, har Finnur Justinussen sleppur at venda sær og sendir bóltin framvið Tórð Thomsen og í mál til 2-0.

Dramatikkur
og hart spæl
Í seinna hálvleiki legði B36 meiri fyri og royndi at trýsta. Tað nærmast árstalsfelagið kom hesa løtuna var dundurskotið hjá Súna Olsen, sum brast í tvørstongina. Rasmus Dan Sørensen, sum spældi í álopinum í gjár, varð fyrstur á returin, men úr stuttari fjarstøðu megnaði hann ikki at raka málið, men skjeyt uppum. Eitt sindur sigandi, so varð Súni Olsen løtu seinni útvístur.
Eftir útvísingina kom faktist meiri lív í B36 spælararnar og meiri ferð kom á dystin. Tað viðførdi eisini fleiri nærdystir og taklingar. Í løtum fór tað eisini for langt, sum tað millum annað gjørdi við taklingini hjá Súna Olsen.
Øði kom fleiri ferðir í menninar og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn menn fóru til hendurs. Tá øll nú eru so fegin um, at dómararnir hava valt at geva spælararunum rúm at skumpa eitt sindur og vera menn, so tað eitt sindur hugstoytt, at menn ikki taka ábyrgdina á seg og duga at steðga áðrenn farið verður um mark.
Tað er upp til spælararnar at prógva fyri dómarunum, at teir eru búnir nokk til at taka ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Vit liva í dag í einum samfelag, har tað altíð er onkur, sum skal fortelja okkum hvar markið er. Nú gongur fótbólturin á odda og gevur ábyrgdina aftur til fólkið og spælararnar, so tað hevði verið deiligt um hendan royndin ikki bleiv ein forspákari fyri at tað ikki er ein gongd leið.
Móti endanum av dystinum minkaði innskiftið Ámund Nolsøe um munin fyri B36. Eftir hornaspark endaði bólturin fyri føturnar á unga manninum, sum meddaði til og so var aftur spenningur í.
Seinastu løtuna sendi B36 alt fólkið fram og hevði nøkur hornaspørk, har millum annað Tórður Thomsen kom framvið, men Víkingur kundi tað sama farið í mótálop og havt skorað fyri triðju ferð.

Korthúsið rablar
B36 byrjaði væl við einum góðum javnleiki móti HB, sum árstalsfelagið helst skuldi havt vunnið, fyri síðani at vinna 4-0 á Víkingi. Í Klaksvík var B36 eisini omaná, men tá tað sá bjartast út, beint eftir at Lukas Cieslewicz hevði lagt B36 á odda í Klaksvík, kemur ólukkan – Lukasz gerst skaddur í somu løtu hann skorar.
B36 spælararnir liggja sum keylir og Mikkjal Thomassen hevur ongan møguleika at spæla eitt lið saman. Í dystinum í gjár spældi millum annað Rasmus Dan Sørensen í álopinum. Hann er ein ungur spælari, sum ikki hevur sína styrki sum fremsti maður, men tunni hópurin tvingar B36 venjaran at flyta runt upp á brikkarnar. Í seinna hálvleiki var Símun Joensen sendur fram sum fremsti maður.
Men tað eru eisini ljóspunkt at hóma. Ámund Nolsøe kemur inn og skorar. Hørður Askham spælir sum ein royndur verjuskansi, meðan Benjamin Heinesen spældi ein fínan dyst á høgra bakki og royndist væl móti Kaj Leo Í Bartalsstovu.
Einki verður avgjørt longu nú. B36 liggur á einum fimta plássi í landskappingini og tað eru bara trý stig upp til fjórða plássi, men komandi tveir dystirnir koma at verða avgerandi hvar í landskappingini B36 kemur at kempa fyribils. Tað er útidysturin móti 07 Vestur og heimadysturin móti AB. Klárar B36 at lappa týðandi spælarar saman og fáa fult stigatal móti uppflytarunum, so er alt tos um enn eitt vánaligt kappingarár fyribils lagt á hillina.
Halda skaðarnir fram og dystirnir koppa skeivan veg er tó vandi fyri, at FM vinnararnir í 2011 annað árið á rað koma at liggja í ongamannalandi.
Víkingur hevur fingið tamarhald á støðuni eftir lemjandi 4-0 ósigurin í øðrum umfari, og er eitt gott boð upp á ein steypafinalist. Liðið er í javnvág og Jógvan Martin Olsen hevur funnið eina loysn upp á miðvøllin, sum fyribils sær út til at rigga væl. So hjálpur tað eisini væl, at Finnur Justinussen framvegis hevur hegnið at finna málið.

Spælarametingar:

B36:
Tórður Thomsen: 3
Kundi illa gera nakað við málini hjá Víkingi. Royndi at dirigera og hevði onkrar bjargingar.

Benjamin Heinesen: 4
Ungi høgri bakkurin megnaði fleiri ferðir at vinna tvídystin móti Kaj Leo. Stríddist væl og smæddist als ikki, tá spælið bleiv hart.

Martin Pedersen: 3
Var óheppin og gjørdi sjálvmál, men spældi annars ein miðal dyst. Roynir at stýra og er altíð ágrýtin í verjuspælinum.

Hørður Askham: 3
Er vaksin við uppgávuni og ongin setur spurnartekin við hansara eyginleikar. Er sterkur í verjupartinum.

Símun Joensen: 3
Spældi fyri tað mesta á vinstra bakki, men var síðani fluttur fram í álopið. Spurnartekin kunnu seta við framtíðina sum áleypari, men avrikaði støðugt á bakkinum.

Niels Joensen: 3
Spældi á miðvøllinum og avrikið var miðal. Ger tað einfalda, leggur nógvar metrar aftanfyri seg og smæðist ikki í tvídystunum. Spældi væl í fyrra hávleiki.

Súni Olsen: 2
Spældi til eitt fýra ella fimm tal, men útvísingin telur nógv niður. Var sjónligur, gekk undan og hevði nøkur góð skot.

Róaldur Jakobsen: 4
Var besti maður hjá B36. Hevði fleiri góðar og snildar avleveringar, sum kundu og helst burdu givið mál. Var lykilin í uppspælinum.

Høgni Midjord: 2
Stríðist sum altíð av og er týdningarmikil í press-spælinum, men kom ikki til innleggini, sum hann plagar. Gav í so máta ov lítið til álopsspælið til at fara meir.

Gilli Sørensen: 2
Spældi yvir fyri góðum og skjótum bakkum, sum fyri tað mesta megnaðu at steðga hansara spæli. Megnaði ikki at seta sítt fingramerki á dystin.

Rasmus Dan Sørensen: 2
Spældi á óvandum plássi sum fremsti maður og tað kom til sjóndar, tá Róaldur spældi hann leysan í brotsteiginum, men megnaði ikki at venda rætt. Brendi eisini størsta málmøguleikan í dystinum, tá hann fylgdi upp skot frá Súna Olsen

Víkingur:

Geza Turi: 4
Hevði nakrar góðar bjargingar og kundi lítið gera við málið hjá B36. Kom væl út til onkra av gjøgnumspælinum hjá Róaldi, sum annars kundi enda við mál.

Bárður Hansen: 4
Spældi sum altíð væl á høgra bakkinum. Kom framvið í álopunum og var stinnur í verjupartinum. Hevði okurt gott innlegg.

Atli Gregersen: 4
Strýrimaðurin í verjuni hjá Víkingi gjørdi tað hann skuldi. Hevði onkra minni hepna avlevering, men sum heild stóð miðverjin seg væl.

Erling Jacobsen: 4
Kom sum restin av verjuni væl frá dystinum. Vísti styrki í ein móti einum og í uppspælinum.

Hanus Jacobsen: 4
Spældi eins og Bárður væl í bæði í álopspartinum og í verjupartinum. Er ein støðug hóttan í álopspartinum og hevði bæði innlegg og royndir á mál.

Hans Jørgen Djurhuus: 4
Røkir uppgávuna sum skrellimaður á miðvøllinum. Er ótrúliga ágrýtin í verjustøðu og tað kosar eitt gult kort pr dyst.

Heðin Hansen: 3
Fordeilur bóltin væl og einfalt. Slapp ongantíð til skot og bleiv skiftur út í seinna hálvleiki.

Jann Ingi Petersen: 3
Spældi i løtum til eitt fýra tal, men hevði nakrar býttar feilavleveringar. Er annars við at finna seg til rættis á miðvøllinum hjá Víkingi. Átti sín part í uppspælinum til fleiri álop.

Kaj Leo Í Bartalsstovu: 2
Megnaði ongantíð at seta seg á dystin og skapa møguleikar. Benjamin var væl upplagdur og vann fleiri ferðir bóltin frá honum. Toppaði ikki hesaferð.

Filip Djordjevic: 4
Spældi væl og var sjónligur við bóltinum. Legði upp til 2-0 málið. Kundi verið eitt boð upp á besta spælaran á vøllinum. Mátti av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki.

Finnur Justinussen: 4
Er minni sjónligur í spælinum enn hann var fyri nøkrum árinum síðani, men fær eitt mál og er fleiri ferðir á rætta stað. Gott mál eisini.


B36 – Víkingur 1-2(0-2)
0-1 Sjálvmál, 3
0-2 Finnur Justinussen, 35
1-2 Ámund Nolsøe, 89
Dómari: Dagfinn Forná

Liðini:
B36:
Tórður Thomsen
Hørður Askham, Martin Pedersen
Benjamin Heinesen, Símun Joensen
Súni Olsen(liðsk), Niels Joensen(Høgni Eysturoy, 58.min)
Høgni Midjord Róaldur Jakobsen
Rasmus Dan Sørensen(Ámund Nolsøe, 58.min) Gilli Sørensen.

Víkingur:
Geza Turi
Bárður Hansen Hanus Jacobsen
Atli Gregersen(liðsk) Erling Jacobsen
Hans Jørgen Djurhuus
Heðin Hansen(André Olsen, 69.min) Jann Ingi Petersen
Filip Djordjevic(Hjartvard Hansen, 56.min) Kaj Leo Í Bartalsstovu(Niclas Niclassen, 82.min)
Finnur Justinussen

Stubbi 1:

Símun Joensen í álopinum

Tað var ein sjálvsom sjón, tá B36 í seinna hálvleiki sendi Símun Joensen fram í álopið. Hann nokk alt annað enn framherji, men tað sigru ikki so lítið um støðuna hjá B36 í løtuni.

Stubbi 2:

Aftur gult kort til Hans Jørgen

Tað einasta, sum var løgið við gula kortinum hjá Hans Jørgen Djurhuus hesa ferð var, at tað kom ikki fyrr en sjey minuttir fyri tíð. Hann trívist í leiklutinum sum uppruddari á verjukenda miðvøllinum.

pluss og minus:

Pluss: B36 við 10 monnum.
Tað var hugaligt at síggja, at spælararnir hjá B36 ikki góvu skarvin yvir, tá Súni Olsen fekk reytt kort. Teir løgdu bara meiri fyri og afturfyri fingu áskoðararnir ein spennandi enda upp á dystin.

Minus: Býttligt hart spæl
Tað ber væl til at spæla hart og kontant uttan at tað er blívur beinleiðis ónt. Spælið var fleiri ferðir á markinum til býttligt ónt hart spælt – óneyðugt.