Fótbóltur
Undan teimum báðum landsdystunum móti Eysturríki og Litava høvdu átta av føroysku spælarunum gult kort á kontini.
Í Eysturríki fullu fýra gul kort til okkum, og trý teirra góvu leikbann til mikukvøldið. Nevnliga tey hjá Fróða Benjaminsen, Atla Danielsen og Boga Løkin.
Teir verða tøkir, tá farið verður til Fraklands í oktober mánaði, men tað verða fýra aðrir spælarar ikki.
Jákup á Borg, Einar T. Hansen, Christian Lamhauge Holst og Símun Samuelsen høvdu nevnliga allir gult kort undan dystinum mikukvøldið, og soleiðis var tað bert gula kortið hjá Jákupi Mikkelsen, sum ikki gav nakað leikbann í hesum umfarinum.
Soleiðis kann róliga staðfestast, at kortini sótu rættiliga illa hesar báðar seinastu dystirnar. Av teimum átta, sum høvdu gult kort undan fráferðini til Eysturríki, er tað soleiðis bert Atli Gregersen, sum ikki fekk kort í teimum báðum dystunum.