Tað gekk upp á stás, tá ið Kosovo í kvøld royndi seg fyri fyrstu ferð í altjóða skrásettum landsdysti.
Fyrsta royndin var í Frankfurt, og Føroyar vóru mótstøðuliðið.
Kosovo vann 2-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Sigurin varð staðfestur í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, tá ið føroyingarnir royndu at spenna álopsbogan, og Kosovo í mótálopi var fýra ímóti tveimum.
Fyrra málið varð skorað, tá ið góður hálvur tími var farin. Bólturin varð stútaður í málið eftir fríspark úr høgru og innlegg.
Føroyska avrikið var ikki sannførandi. Hóast Kosovo undan steðginum misti ein mann, og føroyingar harvið í góða løtu vóru ellivu ímóti tíggju, so var føroyska avrikið ógvuliga lítið sannførandi.
Tað gekk striltið hjá føroyingunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Síðsta korterið eydnaðist tað eitt sindur betri, tá ið Finnur Justinussen og Páll A. Klettskarð vóru komnir á vøllin, men tað riggaði ikki.
Bogi Reinert Petersen varð fyri fyrstu ferð skiftur inn, tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir. Hann var bara tríggjar minuttir á vøllinum, so sá hann reytt fyri takling, og harvið mundi tað vera keðiligt met á landsliðnum, at ein spælari varð innskiftur og bara var lítla løtu á vøllinum, áðrenn hann sá reytt og noyddist av aftur vøllinum.
Hetta var ikki dagurin hjá føroyska liðnum. Tað varð staðfest, at tað kostar, tá ið stuðulsspælarar ikki eru tøkir. Her verður hugsað um, at miðverjarnir Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad ikki vóru við, og at Jóan Símun Edmundsson ikki var í álopinum.
Fróði Benjaminsen hevur verið stórstuðul á miðvøllinum. Hann gavst síðsta heyst á landsliðnum. Avrikið í kvøld var ikki svar uppá, hvør skal eiga sentralu ódnina á miðvøllinum!
---
LIÐUGT
2-0!
2-0: Bernard Berisa
Føroyingar spenna álopsbogan, og brádliga eru fýra ímóti tveimum í hinum endanum, og tað endar við 2-0!!
Føroyar tiltuska sær horna í vinstru, René S. Joensen stútar ímóti málinum, men málverjin bjargar.
90) 1-0
Fýra minuttir lagdir aftrat.
89) 1-0
Hallur Hansson roynir seg við skoti, men málverjin bjargar. Besta føroyska royndin í kvøld.
87) 1-0
Føroyar spæla við trimum í verjuni - Jónas Tór Næs, Odmar Færø og Viljormur Davidsen.
86) 1-0
René S. Joensen verður settur inn í staðin fyri Rógva Baldvinsson.
83) 1-0
Kosovo hevur fingið høvdið fyri seg aftur, nú tað eru tíggju ímóti tíggju!
82) 1-0
REYTT KORT. Bogi Reinert Petersen sær gult fyri takling!!
81) 1-0
Kaj Leo í Bartalsstovu roynir seg við horna úr høgru, og tað er næstan vandmikið.
79) 1-0
Bogi Reinert Petersen verður fyri fyrstu ferð settur inn á landsliðið. Av vøllinum fer Sølvi Vatnhamar.
77) 1-0
Brandur H. Olsen leggur innfyri, og tað er um reppið, at Finnur Justinussen fær roynt seg.
75) 1-0
Brandur H. Olsen roynir seg við frísparki. Hallur Hansson leggur innfyri, og tað er tætt við at verða vandamikið, men tað endar við málsparki.
73) 1-0
Kosovo spælararnir geva sær ógvuliga góðar stundir í sambandi við deyðbóltar.
Føroyar hava framvegis ikki havt heilt upplagdan málmøguleika!
71) 1-0
Páll A. Klettskarð og Finnur Justinussen verða settir inn á vøllin, og av vøllinum fara Klæmint A. Olsen og Gilli Rólantson.
70) 1-0
Gilli Rólantson liggur skaddur á vøllinum. Seinni hálvleikur hevur verið keðiligur og sera lítið undirhaldandi.
66) 1-0
Føroyingarnir eru væl meiri á bóltinum, men tað gongur illa at fáa brodd og tyngd í álopið.
64) 1-0
Kosovo skaðasteðgur endar við tveimum útskiftingum: Valmir Sylejmani verður settur á vøllin í staðin fyri Avni Pepa, og Lum Rexepi verður settur á vøllin í staðin fyri Bajram Jashanica.
59) 1-0
Langt føroyskt álop og fleiri royndir, men einki spyrst burturúr.
57) 1-0
GULT KORT. Jónas Tór Næs sær gula kortið fyri fríspark.
50) 1-0
Føroyar fáa einki burturúr frísparki úr 27 metrum. Brandur H. Olsen sendir bóltin í manngarðin.
Føroyska liðið er umskipað. Gilli Rólantson er farin í vinstra borð, Kaj Leo í Bartalsstovu er framrættaður í høgru, Sølvi Vatnhamar er nú sentralur miðvallari, og Tróndur Jensen er ikki komin á vøllin eftir steðgin.
46) 1-0
Jónas Tór Næs verður skiftur inn á føroyska liðið
HÁLVLEIKUR!
1-0
Føroyingar dølla sær við horna, og so bríkslar dómarin fyri hálvleiki!
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
43) 1-0
1-0: Albert Bunjaku
So hevur Kosovo skorað fyri fyrstu ferð í altjóða skrásettum dysti. Eftir fríspark úr høgru og sekstan metrar frá baklinjuni var tað álopsspælarin Albert Bunjaku, sum mitt fyri og við høvdinum sendi bóltin í málið aftanfyri Gunnar Nielsen.
41) 0-0
Hallur Hansson ger fríspark eitt vet frá brotsteiginum hjá Kosovo, og Kosovo menninir vilja hava dómaran at vísa gula kortið og harvið reyða kortið til Hall Hansson, sum jú sá gula kortið fyri løtu síðani, men dómarin letur ikki við seg koma.
37) 0-0
GULT KORT. Hallur Hansson
REYTT KORT. Bersant Celina úr Manchester City sær reyða kortið. Tað er ilt at síggja, hvat talan var um, men kanska var tað hevnisøku í sambandi við ógvusligu taklingina hjá Halli Hansson. Einki serligt at liðini ikki bæði eru fullmannað, nú talan er um vinadyst.
36) 0-0
Fínt føroyskt álop, men Brandur H. Olsen er rangstaddur í høgru.
35) 0-0
Kosovo gott álop og innlegg úr vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
32) 0-0
Eftir gott uppspæl og innlegg úr høgru smekkar Hallur Hansson til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer væl við síðuna av málinum. Kaj Leo í Bartalsstovu var í góðari støðu í vinstru.
30) 0-0
Nú spældi Odmar Færø við eld, tá ið hann kiksaði við sending upp á tvørs í verjuni, men Rógvi Baldvinsson megnaði akkurát at byrgja fyri uppløgdum Kosovo møguleika.
29) 0-0
Føroyingar hava nú fyri tað mesta bóltin á fótum, og tað mesta gongur fyri seg á mótstøðuhálvuni.
27) 0-0
Kosovo gult kort.
24) 0-0
Klæmint Olsen verður skumpaður harðliga um koll tíggju metrar frammanfyri miðstrikuna. Við frísparkinum verður bólturin lagdur fram í brotsteigin. Tað endar við innkasti, sum Gilli Rólantson tekur sær av, men einki spyrst burturúr.
22) 0-0
Kosovo fríspark úr vinstru og í brotsteigin, men einki spyrst burturúr. Tað var Odmar Færø, sum var orsøk til frísparkið.
19) 0-0
Fyri aðru ferð fær Gilli Rólantson ælboga í andlitið, og dómarin bríkslar fyri frísparki.
18) 0-0
Bólturin verður lagdur aftur til Gunnar Nielsen, og hann glíður, tá ið hann sparkar fram á vøllin. Hetta er aðru ferð, at føroyski málverjin fer á afturpartin, tá ið hann sparkar.
16) 0-0
Hallur Hansson blokerar til Kosovo horna í høgru, men tað spyrst einki burturúr - hetta er fyrsta horna hjá Kosovo í altjóða skrásettum landsdysti!
15) 0-0
Framvegis málleyst og framvegis eingin upplagdur málmøguleiki - hvørki í øðrum endanum ella hinum.
10) 0-0
Kosovo spælararnir eru stinnir á bóltinum. Higartil hevur tað gingið javnt á, uttan at talan hevur verið um málmøguleikar.
07) 0-0
Ætlanin var, at Jóhan Troest Davidsen skuldi vera í miðverjuni undir liðini á Odmar Færø, men hann er skaddur, og í staðin er Rógvi Baldvinsson í miðverjuni saman við Odmar Færø.
01) 0-0
Føroyingar geva bóltin upp. Málverjin Gunnar Nielsen er liðformaður á føroyska liðnum ídag.
Kosovo-Føroyar kl. 19.00
Vinadystur í Frankfurt
Føroyar: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantson, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson, Tróndur Jensen - Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Klæmint A. Olsen
Kosovo: Samir Ujkani - Fanol Peredaj, Avni Pepa, Bajram Jashanica, Leart Pacarada, Hekuran Kreziu, Enis Alushi, Bersant Celina, Besar Halimi, Bernard Belisa, Albert Bunjaku