Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á Fuglafjarðarvegnum í gjár, var ein bilførar tikin fyri at koyra serliga skjótt. Hann varð máldur at koyra 141 km um tíman, og tað leggur upp til treytaleysa frádøming av koyrikortinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tveir aðrir bilførarar fingu eisini heilsan frá løgregluni. Teir vórðu máldir til ávikavist 106 og 107 km um tíman, sum umframt bót gevur klipp í koyrikortið.











