Tíðliga seinnapartin fór ein bilur av vegnum í Saksunardali. Bilførarin misti eftir øllum at døma tamarhaldið á bilinum og endaði úti í ánni.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini var eingin mannskaði. Tvey fólk vóru í bilinum, sigur vakthavandi. Sambært blaðstjóranum á Norðlýsinum var talan um útlendsk ferðafólk.