Koyrdi ávirkaður av rúsevnum

Í gjár bleiv ein bilførari tikin í Klaksvík

Løgreglan hevði illgruna um at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. Málið verður kannað, og bilførarin er skuldsettur fyri rúsevnakoyring.