Í dag vil ísraelski herurin hava íbúgvar í pørtum av Bekaa-regiónini har eysturi í Libanon at rýma. Henda myndin er frá øðrum ísraelskum álopi i libanesisku Bekaa-regiónini.

IDF: Heitir aftur á sivilfólk í Libanon um at rýma

- Vit ætla at leypa á um hesar leiðir í nærmastu framtíð, sigur ísraelski herurin í boðunum.

Í dag vil ísraelski herurin hava íbúgvar í pørtum av Bekaa-regiónini har eysturi í Libanon at rýma. Henda myndin er frá øðrum ísraelskum álopi i libanesisku Bekaa-regiónini.

Ísraelski herurin (IDF) heitir enn einaferð á íbúgvar í Libanon um at rýma úr ávísum økjum í landinum.

Í dag vil ísraelski herurin hava íbúgvarnar í pørtum av Bekaa-regiónini har eysturi í Libanon at rýma.

Tað veit tíðindastovan AFP at siga fyrrapartin.

Í sínum boðum sigur IDF, at Hizbollah heldur til í hesum økjum.

- Vit ætla at leypa á um hesar leiðir í nærmastu framtíð, sigur ísraelski herurin í boðum til fólkið.