Eitt av kendastu støðunum, ið ferðfólk halda vera verd at síggja, er Spanska Trappa í Róm. Sum vera man hava trappurnar ongantíð verið ætlaðar bilaferðslu, men hetta kvøldið fór ein 81 ára gamal maður við bili sínum oman trappurnar.
Tá løgreglan kom á staðið, var hann komin oman trappurnar. Hann varð kannaður fyri rúsdrekka koyring, men hann hevði als ikki drukkið og segði løgreglufólkunum, at hann var á veg til arbeiðis.
Ein kranabilur mátti til fyri at fáa bilin av staðnum aftur.
##med2##