Eyðdis Ellendersen: Uttan tunnil eru útlitini døpur

- Suðuroyartunnilin hevði havt góða ávirkan á vinnulívið, men so sanniliga eisini á tað ítróttaliga, soleiðis at ítrótturin í Suðuroy kann mennast á jøvnum føti við restina av landinum, sigur Eyðdis Ellendersen

 

- Skal Suðuroyggin hava møguleika at menna seg á jøvnum føti við restina av Føroyum, má fast samband verða við meginlandið, sigur Eyðdis Ellendersen. Mynd: Rúni Thomsen

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?  

- Ja, tað vóni eg, sigur Eyðdis Ellendersen, sum eitt skifti var borgarstjóri í Fámjins kommunu.

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar? 

- Um Suðuroyggin skal hava møguleika at menna seg á jøvnum føti við restina av Føroyum, má fast samband verða við meginlandið. 

Eyðdis heldur, at ein tunnil hevur ógvuliga nógv at siga fyri Suðuroynna.

- Vit síggja, hvønn týdning tunlarnir, sum eru gjørdir og sum hava knýtt oyggjar saman, hava havt fyri hesi økir.

Eyðdis heldur, at ein tunnil hevði havt góða ávirkan á vinnulívið og ikki minst á tað ítróttaliga, soleiðis at ítrótturin í Suðuroy eisini kann mennast á jøvnum føti við restina av landinum.

- Tunnilin hevði eisini gjørt, at stórur møguleiki var fyri, at tey ungu høvdu búsett seg í Suðuroynni.

 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?  

- Ja, eg havi góðar vónir um, at Suðuroyggin hevur fast samband við meginøkið innan 10-12 ár, sigur hon.

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?  

- Eg haldi, at útlitini fyri Suðuroynna eru heldur døpur, um Suðuroyartunnilin ikki kemur, tí eg trúgvi, at tunnilin er grundarlagi fyri allari menning í Suðuroynni í framtíðini.

Eyðdis Ellendersen leggur aftrat, at sum nú er, minkar fólkatalið støðugt og útlitini fyri, at fólkatalið skal veksa uttan tunnil, eru vánalig.

 

Lesið eisini - 

 

Koyrandi til Suðuroyar um 10 árhttps://www.in.fo/news-detail/um-alt-gongur-vael-koyrandi-til-suduroyar-um-tiggju-ar

 

 

 

 

 

- Skal Suðuroyggin hava møguleika at menna seg á jøvnum føti við restina av Føroyum, má fast samband verða við meginlandið, sigur Eyðdis Ellendersen. Mynd: Rúni Thomsen