Umframt ferðsluóhappið við ljóskurvarnar í Norðdepli, har koyrt varð út fyri bil, sum hevði grønt ljós og smádreingin, sum koyrdi út fyri bil í Suðurstreymi, var eisini eitt minni ferðsluóhapp á Tvøroyri - og eitt var í Sandoynni.
- Á smala Traðarvegnum á Tvøroyri skuldi ein bilførari halda av fyri einum øðrum bilførara, men av einari ella orsøk komu bilarnir ov tætt at hvørjum øðrum, og her var smávegis materiellur skaði.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eitt ferðsluóhapp eisini var í Sandoynni í gjárkvøldið, har ein bilur fór skeivur á vegnum.
- Hetta var eitt soloóhapp. Her var eingin persónsskaði, men vit vildu hava bilføraran at taka blóðroynd, segði vaktleiðarin í morgun.
Lesið eisini:
Súkklan hjá átta ára gomlum endaði undir bilinum
https://www.in.fo/news-detail/koyrdi-ut-fyri-bil-og-endadi-a-ladssjukrahusinum










