Á tjaldingarplássinum Yviri við Strond í Havn sótu fyrrapartin mikudagin fýra væl nøgdir íslendingar, tvey pør. Frammanfyri húsbilunum, ið nevnast Bjarmi og Saga Class, sótu Hólmar Trýggvason, Signý Guðmundsdóttir, Ragnar Sigurðbjørnsson og Anna Stina þórarinsdóttir.
Tey hava í tvær vikur so at siga koyrt Føroyar upp og niður. Heilar 950 kilometar og hava tey teknað alla leiðina á eitt Føroyakort og har er ikki nógv asfalt eftir, ið ikki er uppmerkt.
Ólavsøkan sermerkt
Tey hava havt góðar dagar í Føroyum og upplivdu ólavsøkuna og hetta var sermerkt. Serstakliga miðnáttarsangurin hugtók, har gomul sum ung sungu saman. Og hóast tey ikki sjálvi fingu sungið við í stóra felagskórinum, so var hetta ein ógloymandi uppliving.
Og at so Ormurin Langi var kvøðin eftir sangin gjørdi bert heildarupplivingina betri, tí hetta er nakað, ið íslendingar hava tikið til sín.
Á ferðini hava tey tikið upp einar 150 minuttir á sjónband og tiknar eru fleiri enn 900 myndir við digitalum myndatóli.
Fryntlig fólk
- Føroyingar eru sum lítlibeiggjar hjá okkum. Tað er gaman at ferðast her og tað merkist, at hetta er sama fólk, sigur Hólmar.
Føroyingar eru stak vinarligir, meta tey fýra, og tey hava gist á bryggjum og aðrastaðni í bilum sínum. Og lætt er at koma í prát við fólk og ofta eru tað menn, sum hava fiskað undir Íslandi, sum hava hug at práta og tað halda tey vera hugaligt.
Føroyingurin er í teirra eygum fryntligur og eitt fyrikomandi og tolið fólkaslag.
- Tað er gaman at hitta fólk og her er eingin strongd. Tá vit koma í stóru bilunum efir mangan smølu vegunum, so bíða fólk bara. Í Íslandi leggjast bilførarar beinanvegin á floytuna, sigur Ragnar.
-
Ikki 100% ferðamannaland
Hóast tey eftir góðar dagar ikki vilja sýnast ótakksom ella ov næsadjørv, so er eitt og annað, sum tey við vælmeintum huga hava siga um ferðamannalandið Føroyar, um tey verða spurd.
- Her er reint og væl umgingið í flestu førum. Men t.d. í Klaksvík var tjaldingarplássið bert opið ávísar tíðir og ikki á kvøldi ella í vikuskiftunum, og tað hjálpti lítið, tá vit sum ferðandi komu á kvøldi stundandi til vikuskifti, greiða tey frá.
Á Sandi vanta t.d. viðurskifti, so ein kann turka sær klæðir, snórar. Og í Suðuroynni var bert tjaldingarpláss, so tey máttu við bilum sínum standa á parkengsøkinum, men har var hall á, men annars vóru góð viðurskifti.
Tjaldingarplássinum í Havn bera tey alt gott, tó at ynskiligt kanska hevði verið við vølli, ikki grúsi, so betri var at ganga í lættari fótbúna ella berføttur. WC-viðurskiftini eru á leið sum tey skulu, men yvirhøvur vantar í Føroyum útbúnaður, so wc'ini í bilunum kunnu tømast. Hetta er heilt vanligt í øðrum londum og er við jøvnum millumbilum at finna. Í Havn átti kanska eisini at verið betri møguleikar, tá tað kemur til vask og turking av klæðum, meta tey fýra.
Gestsins eygað
Sum heild meta tey, at Føroyar sum ferðamannaland ikki enn er hundrað prosent á máli, men tey gera vart við, at hetta er sagt í vælmeintum orðum, tí tey hava havt góðar og ógloymandi dagar í Føroyum.
- Tað er, sum føroyingar ikki "vilja" (sagt við keipum, sum siga gásareygu, blðm) vera ferðamannaland. Tað vantar at gera íløgur, so ferðavinnan veruliga kann menna seg og geva nakað av sær, meta íslendsku ferðafólkini.
Annað eru avmerkingar, skelti. Har er eisini illa statt í mongum førum og trupult kann vera at finna fram á støð, ið eru verd at vitja.
At føroyingar ikki duga sum tænastuvinnurekandi, hevur ofta verið at hoyrt. Og hetta hava íslendingarnir eisini lagt til merkis, hóast júst hetta ikki eru teirra orð. Serliga trupult er, um vitjandi koma, tá alt annars ikki er gerndisligt í Føroyum.
Eisini eru tey fýra í Havn fleiri ferðir komin í samband við ferðafólk av ferðamannaskipum, sum ikki veruliga hava havt nakarastaðni at fara. Kanska ein handil við gávulutum hevur verið opin, ongastaðni fæst ein biti til matna, og ferðamannastovur hava kanska latið upp seinni á degnum, men slík ferðafólk hava bert fáar tímar í landi.
- Heima hyggur ein ikki á sama hátt, tá ein ferðast. Tað er øðrvísi, tá ein ferðast í øðrum londum, sigur Ragnar og minnir harvið á gløggu eygu gestsins.
Íselndingar eru kendir fyri at ferðast í egnum landi. Í Íslandi ferðast tey fýra nógv og eru einar 50 til 60 nætur í bilinum árliga.
Góðir sendimenn fyri Føroyar
- Tá vit koma heim aftur fara vit at greiða frá um ferðina og vísa myndir og vit eru góðir sendimenn fyri Føroyar, tí vit hava havt eina summarfrítíð, sum vit seint gloyma.
- - Fólk spurdu, hvat vit ætlaðu at gera 14 dagar, ein hálvan mánað, í Føroyum. Men vit hava havt tað gott, og nú vit eru ávegis heim, kundu vit hugsað okkum eina viku afturat, siga tey fýra væl nøgdu ferðafólkini.
- Hugskotið at ferðast til Føroya kom, tí onkur teirra hevur arbeitt saman við føroyingum í Grindavík. Og so var tað eisini ætlanin um at ferðast styttri og kanska øðrvísi leið, ikki leggja leiðina út í Europa, sum so mong gera.
- Í Íslandi eru tey við í einum húsbilafelagsskapi, ið telur 700 húsvognar.
- - So tá vit koma næstuferð, so eru vit óivað fleiri, tí slíkt "smittar", greiða Ragnar og Hólmar læandi frá.
Bilarnar, ið tey koyra í, hava tey sjálvi gjørt til húsbil. Teir eru frá 1975 og 1982 og hava áður verið nýttir til onnur endamál,t.d. rutukoyring. Men nú hava teir nøvnini Bjarmi og Saga Class og eru sera snotuligir.
- Vit hava havt sera goðan túr og tað hevur verið gaman. Og vit takka fyri veðrið, tað hevur verið sól, og bert mjørki í einar tveir dagar. Og fólk hava verið sera fryntlig og blíð, siga tey fýra, sum væl nøgd fóru av landinum aftur við Norrønu í gjár.