Krás flettir bara 1000 seyðir í ár

MYNDIR: Krás í Hósvík, sum í 10 ár hevur flett fyri bøndur og onnur, eru givnir við tí. Í fleiri ár hava teir flett um 3000 seyðir, men í ár verður tað neyvan meira enn 1000 seyðir, teir fletta

– Tann størsta orsøkin, at vit minka um virksemi, er, at vit eru undir eftirliti, meðan øll onnur kunnu gera júst sum tey halda vera best. Sjálvt um vit hava góðkenningar, so fáa vit ikki hægri prís enn onnur fáa, so tað er ikki so hugaligt hjá okkum at halda fram á sama hátt, sum vit hava, sigur Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás í Hósvík.

##med2##

Hann vísir á, at politisku ætlanirnar vóru, at í 2015 skuldu tann føroyska matvørulóggávan broytast viðvíkjandi landbúnaði, soleiðis at um tú skuldi selja til handil, matstovu ella heilsølu, so skuldi tað flettast á góðkendum stað.

– Longu í 2009 fóru vit í gongd. Men tá ið 2015 nærkaðist, broyttust treytirnar, soleiðis at lægsti felagsnevnarin kom at galda, tað vil siga, at øll kunnu alt, einasta treyt er, at ein er mvg skrásettur, sigur Alberg Gaardlykke.

##med3##
##med4##

70 til 80 sekund millum hvørt skotið

Flettingin við sláturvirkið í Hósvík byrjaði fyri 10 árum síðani. Tá ið farið varð í gongd, var hugsanin, hví ikki fletta fyri onnur eisini, tá ið umstøður vóru til tað. Tað hevur tí verið gjørt øll árini. Men nú er tað søga.

Í ár flettir Krás bara tað, ið teir keypa, og selja víðari til matstovur gjøgnum P/f Poul Hansen. Alt verður limað sundur, pakkað og selt fekst víðari. Tað svarar til umleið 1000 seyðir. Tað mettar marknaðin í Føroyum.

##med5##

Teir byrjaðu at fletta á Krás fyrradagin og fletta umleið 200 lomb um dagin. Tað er 70 til 80 sekund millum hvørt skotið. Tað vil siga, at teir verða lidnir at fletta alt fríggjadagin í hesi vikuni.

– Tað loysir seg møguliga at fletta í tær tríggjar vikurnar, ið vit vanliga hava flett. Avbjóðingin er tó, at tað skal forrentast yvir alt árið, sigur Alberg Gaardlykke.

##med6##
##med7##

10 eyka fólk

Tað árið, mest varð flett á Krás í Hósvík, vóru 3.500 lomb flett. 2.800 vórðu flett har í fjør. Men í ár verður tað ikki meira enn 1000.

Umframt tað, sum verður selt til matstovur, verður nógv fekst av seyði eisini selt í Samkeyp og Á handlum hesar vikurnar. Talan er bæði um tjógv, síður, ryggir og innmat.

Á Krás í Hósvík arbeiða til dagligt 13 fólk, men hesa vikuna hava tey fingið 10 fólk inn afturat at arbeiða.

##med8##

Seyðarhøvd verða seld leys við dyrnar í Hósvík.

Miðalvektin, á tí sum er flett á Krás seinastu 10 árini, hevur verið 14,1 kilo, tað vil siga 28,2 pund fyri lambið.  

Tað er bara í Dímun og hjá Krás, at tað eru góðkend sláturstøð. Teir bøndur, ið áður hava fingið seyðin flettan á Krás, mugu nú rigga seg til sjálvir at fletta.

##med9##