Kravið er 300 mió. krónur størri avlop í almenna sektorinum enn í dag

­ Tað er ikki órealistiskt at vera blokkin fyri uttan, men tað er meira áhugavert at finna fram til, hvussu samfelagið kann rekast, við ongum stuðli úr Danmark, og fyrst tá kunnu vit tosa um fullveldi, sigur bankastjórin

Í vikuni luttók stjórin í Føroya Banka í pallborðsfundi um fullveldi, sum Tjóðveldisfelagið skipaði fyri í Fuglafirði.

Hann hoyrir ikki til tey, sum halda, at tað er púra órealistiskt at tosa um fullveldi og at avtaka blokkstuðulin, men heldur tað vera lítið áhugavert bert at tosa um fullveldi, um einki verður sett ístaðin fyri blokkin.

Hansara boð er, at 300 mió.krónur meiri í yvirskoti í almenna sektorinum, enn í dag, er ein treyt, um vit vilja fullveldi.

­ Spurningurin er, hvat vit gera í dag, og hvat skal til fyri at vit gerast sjálvbjargin. Síðan kunnu vit tosa um fullveldi, sigur bankastjórin.

Janus Petersen hevur verið stjóri í Føroya Banka í fimm ár. Hann er 39 ára gamal, og útbúgvin cand. polit., umframt at hann eisini er løgfrøðingur.

Hóast serfrøðingar á nærum øllum økjum hava tikið lut í kjakinum um fullveldi, hava fólk í peningaheiminum ikki verið nógv frammi.


Ein sjálvfylgja

Eitt úrslit av fyrispurningur til fólk innan peningastovnar vísti, at starvsfólk ikki halda seg til at fara út í kjak um fullveldi, av tí at hetta er politiskt mál, sum politikararnir skulu taka støðu til, áðrenn peningaheimurin leggur seg út í orðaskiftið.

Stjórin í Føroya Banka heldur hinvegin, at tað er ein sjálvfylgja at vinnulív, peninagstovnar o.o. taka lut í orðaskiftinum um framtíðar bygnað og búskap í Føroyum.

­ Tað er ikki mín uppgáva at tosa fyri fullveldi ella samveldi, men tað er rímiligt at vit, sum fást við búskaparmál dagliga, geva okkum til kennar um, hvat slík ætlan hevur at týða fyri samfelagið.

Janus Petersen heldur, at í veruleikanum hava vit ongantíð verið so nær við at verða blokkin fyri uttan, sum í dag, men sum danir siga: » lige ved og næsten, slår ingen mand af hesten».Hann heldur tað vera rímiliga einfalt at meta um, hvat í minsta lagi krevst búskaparliga, um vit skulu verða blokstuðulin fyri uttan. Gjaldsjavnvágin og landskassin mugu nevniliga vera verða 950 mió. krónur fyri uttan.

­ Av tí at vit í dag hava árligt gjaldsjavnayvirskot upp á eina mia.krónur, kann tað ikki verða nakar stórur trupulleiki fyri gjaldsjavnvágina, um eingin blokstuðul var, men hinvegin, so hevði landskassin givið stórt hall, sigur Janus Petersen.


Ikki møguligt at økja inntøkurnar

­ Landskassin og kommunurnar koma ætlandi at hava umleið 650 mió. krónur eftir rentur og avdrátt næsta ár, og tí er skilligt, at almennu kassarnir, sum nú er, ikki kunnu fáa 250 mió. krónur í meirinntøkum.

­ Har mangla heilt einfalt 300 mió.krónur í, umframt tað sum skal til, fyri at gjalda rentur og avdrátt av almennu skuldini upp á seks-sjey mia. krónur.

Viðvíkjandi ætlanini hjá Landsstýrinum at fáa eina skiftistíð upp á eini 10 - 20 ár, har blokkurin verður varðveittur, sigur Janus Petersen, at so kunnu vit rokna við, at tað tekur 15 - 20 ár at gjalda skuldina aftur.

Hóast tað, so vanta frameftir 300 mió. krónur í, fyri at tippa holið,tá blokkurin er avtikin og skiftistíðin er av.

Spurningurin er,umvit megna at økja um avlopið hjá landskassanum. Tað er málið.

Hann viðgongur kortini, at í veruleikanum krevst tó meiri enn hetta, tá hugsað verður um, at skattainntøkurnar í dag eru sera góðar, orskað av høgum inntøkunum í fiskivinnuni.

­ Kravið til myndugleikarnir er at bera so í bandi, at avlopið í almenna sektorinum -t.e. landskassi og kommunur - í mun til í dag økist árliga við minst 300 mió. krónur frameftir.

­ Tað ljóðar kanska ikki av so øgiliga nógvum, men er tað í veruleikanum, tá hugsað verður um, at avlopið áðrenn rentur og avdrátt skal økjast við 50 pst.


Einki politiskt boð

­ Higartil er ikki politiskt greitt, hvussu ætlanin við at betra um avlopið hjá landskassanum skal gerast. Hesin trupulleiki verður kanska bert skotin langt út í framtíðina, í teirri vón, at alt tá verður betri, sigur Janus Petersen.

­ Hetta krevur politisk risatøk, sum ikki hava verið vanlig hjá okkum. Neyðugt verður tí eisini at gera bygnaðarbroytingar, sum koma at ávirka stórar bólkar í samfelagnum, sigur Janus Petersen.

Janus Petersen heldur tað verða ov stuttskygt, tá samgongan bert tosar um fullveldisætlanina, og ikki fer út í orðaskiftið um, hvørt hetta er realistiskt ella ikki, tó at Javnaðarflokkurin hevur sett spurninartekin við ætlanina og vil vita um tað ber til.


Myndugleikarnir mugu í verki vísa leiðina

­ Heldur tú at møguleikar eru fyri at stovna fullveldi í Føroyum?

­ Um myndugleikarnir í verki vísa, at tað ber til at vaksa um avlopið við áðurnevndu upphædd, so kanst tú byrja at trúgva upp á tað, men heldur ikki áðrenn tað, sigur Janus Petersen.

Tó heldur hann, at í løtuni verða nógv tiltøk gjørd, sum bera burtur frá málsetninginum um fullveldi.

Dømi eru eitt nú íløgustuðulin til fiskivinnuna og uppksot um stuðul til ferskfiskaflotan, skattalætti til sjómenn, mvg-lætti fyri handverkaratænastur. Slík tiltøk, sum kosta millónaútreiðslur hjá landskassanum, og sum í veruleikanum ikki gagna búskapinum.

­ Ístaðin áttu vit at tátta í búskaparliga. Møguleikar eru tilstaðar, eitt nú við at økja um lønsemi í fiskivinnuni, og við at skaffa almennu kassunum inntøkur í staðin fyri útreiðslur av fiskivinnuni, umlegging á eftirlønarøkinum til privata uppsparing í staðin fyri almanna forsorg og breiðari skattagrundarlag.


Neyðugt at tátta í búskaparliga

­ Hetta krevur sjálvandi breiðar politiskar semjur og nógv arbeiði, men um veruligur vilji er aftan fyri visiónirnar um fullveldi, eru sostatt nógvir møguleikar at vísa hetta í verki beinanvegin, við at tátta í búskaparliga og við at fremja umleggingar í búskapinum, sum hóskandi kundu skapt størri avlop í almennu kassunum.

­ Um búskapurin heldur fram við somu ferð, sum hann nú hevur, uttan at nakað verður gjørt, er vandi fyri at vit fáa størri lønartrýst, versnandi kappingarføri, størri nýtslu og versnandi gjaldsjavna og landskassarakstur.

­ Tað kann hava við sær, at vit noyðast at dúva enn meiri upp á blokkin, og hervið flyta okkum longur burtur frá møguleikanum fyri at fremja fullveldi,sigur Janus Petersen.